Í næstum fara limirnir úr føroyska bólkinum MCV-hár, saman við Teiti Lassen at spæla Spot 06 í Aarhus.
Spot 06 er ein tónleikafestivalur, sum er ætlaður til fólk úr tónleikaídnaðinum, og verða væntandi eini 300 fólk úr danska tónleikaídnaðinum, sum koma at lurta eftir ymsum bólkum.
Bólkar úr øllum norðanlondum verða á hesum festivali, har teir skulu royna at sannføra umboðini fyri ymsu plátufeløgini og kesert fyrireikarar um, at júst teirra bólkur er verdur at satsa upp á.
Fyri føroyskan tónleik má tað metast sum eitt framstig, at onkrir av okkara egnu tónleikarum eru komnir við á skránna til eitt slíkt tiltak, og skulu vit nýta høvi til at ynskja føroysku umboðunum góðan byrð framyvir í teirra stremban eftir atgera gera tónleikin til eitt livibreyð ístaðin fyri eitt frítíðarítriv.