Spæla eisini í høvuðsstaðnum

Tey, sum kundu hugsa sær at hoyrt Inner Circle, men tað ikki liggur fyri hjá at fara suður til Tvøroyri leygarkvøldið, kunnu leita sær í Luux fríggjakvøldið.

 

Luux skipar fyri einum 90’ara kvøldið fríggjakvøldið og í samstarvi við tiltakið Ein dagur uppi í Kanada kann Luux nú avdúka, at Inner Circle eisini fara at spæla í Havn á vitjan síni í Føroyum

 

Inner Circle gjørdi nógv um seg á hittlistunum seinast í 80’unum og fyrst í 90’unum. Kendastu hittini, Bad Boys (What’cha gonna do) og Sweat (A la la long) vóru útgivin í 1987 og í 1992, og vóru at hoyra í dansihølum um allan heimin.

 

- Tað er fantastiskt, at man kann samstarva við Ein dagur upp í Kanada um tiltakið, so at havnarmenn eisini kunnu fáa møguleikan at hoyra 90’ara hittini hjá Inner Circle, sigur Rúni Djurhuus, eigari.

 

Mánadagin verður enn eitt høvi at hoyra Inner Circle. Tá spæla teir á Torginum í SMS. Tann framførslan byrjar klokkan 17.