Í gjárkvøldið vann NSÍ 4-2 á heimavølli ímóti Víkingi. At tað vórðu skorað seks mál, at tað var eitt brotsspark, og at ein spælari sá reytt sigur, at talan var um hendingaríka og undirhaldandi grannauppgerð.
Seinnapartin verður grannauppgerð í Gundadali, har B36, sum eftir trý umfør hevur fulla úrtøku, er vertur, og meistararnir í HB, sum síðsta sunnudag ímóti Víkingi vístu sannførandi avrik og vunnu 3-1, eru gestir.
TB, sum hevur vunnið einaferð, fær vitjan av EB/Streymi, sum framvegis bíðar eftir fyrsta stiginum.
ÍF, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum, fær vitjan av KÍ, sum sunnudagin vann tepurt á heimavølli ímóti EB/Streymi.
Á Argjum fær AB, sum hevur vunnið ein dyst – ímóti ÍF á heimavølli – fær vitjan av Skála, sum hevur seks stig.
Seinnapartin verður tað turt, og hitastigini vera umleið fimm. Tað kann væl vera, at vindurin fer at arga. Hann verður landnyrðingur og í støðum verður vindstyrkin upp í trettan metrar um sekundið.
Fjórða umfar
Ídag
ÍF – KÍ: Lars Müller kl. 16.30
B36 – HB: Alex Troleis kl. 15.00
AB – Skála: Petur Reinert kl. 17.00
TB – EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 15.00
Ígjár
NSÍ – Víkingur 4-2 (4-0)
1-0: Klæmint A. Olsen 22.
2-0: Jann Martin Mortensen 33.
3-0: Klæmint A. Olsen 39.
4-0: Jann Martin Mortensen br 42.
4-1: Andreas Lava Olsen 47.
4-2: Adeshina Lawal 90.
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen – Peder Nersveen, Magnus H. Olsen (Betuel Hansen, 67.) – Jann Martin Mortensen (Per Langgaard, 88.), Búi Egilsson (Bárður J. Hansen, 52.), Jann J. Benjaminsen – Klæmint A. Olsen
Gult kort: Búi Egilsson, Pól Jóhannus Justinussen, Pætur Hentze
REYTT KORT: Pól Jóhannus Justinussen 57. (tvey gul)
Venjari: Guðjón Ꝥórðarson
Víkingur: Elias Rasmussen - Gert Hansen (Elias Lervig, 36.), Gunnar Vatnhamar, Milan Svojic (Pól Enok Hansen, 36.), Hanus Jacobsen - Andreas Lava Olsen, Vukasin Tomic, Heðin Hansen, Dion B. Splidt - Sølvi Vatnhamar - Adeshina Lawal
Gult kort: Andreas Lava Olsen
Venjari: Sámal Erik Hentze
B36 | 3 | 3 | 0 | 0 | 5 | 2 | 9 |
Skála | 3 | 2 | 0 | 1 | 4 | 1 | 7 |
NSÍ | 4 | 2 | 1 | 1 | 6 | 5 | 7 |
HB | 3 | 1 | 2 | 0 | 4 | 2 | 5 |
KÍ | 3 | 1 | 2 | 0 | 4 | 3 | 5 |
Víkingur | 4 | 1 | 1 | 2 | 8 | 9 | 4 |
TB | 3 | 1 | 1 | 1 | 4 | 5 | 4 |
AB | 3 | 1 | 0 | 2 | 4 | 5 | 3 |
ÍF | 3 | 0 | 1 | 2 | 3 | 7 | 1 |
EB/S | 3 | 0 | 0 | 2 | 1 | 3 | 0 |