FIFA-sparkivøllurin á Selatrað er nú næstan liðugur.
Sjálvur vøllurin hevur staðið síðan seinasta summar, og síðstu tíðina hava fólk arbeitt við at fríðkað um rundan um vøllin.
Seinni í vár ætlar Sjóvar kommuna at sáa bakkarnar kring vøllin og gera arbeiðið endaliga liðugt.
Í kommununi vóna tey, at nýggi sparkivøllurin verður til stóra gleði fyri borgarar á Selatrað og fyri tey, sum vitja um hesar leiðir.