Spæla í Klaksvík seinnapartin

Fyrstu dysturin í áttanda umfari í næstbestu fótbóltsdeildini verður ídag

Skráin sigur, at tað fyrsti dystur í áttanda umfari í næstbestu fótbóltsdeildini, sum verður seinnapartin ídag. Tá fáa teir næstbestu hjá KÍ vitjan av teimum næstbestu hjá B36. KÍ er næstfremst við fimtan stigum, meðan B36 er næstaftast við fýra stigum.

 

Støðutalvan sigur, at tað er ymiskt, hvussu nógvar dystir liðini hava spælt: NSÍ og ÍF hava spælt átta dystir, B68 og Giza Hoyvík hava spælt seks dystir, meðan hini liðini hava spælt sjey dystir.

At NSÍ, sum er topplið við nítjan stigum, og ÍF, sum er botnlið og einki stig hevur fingið, hava spælt átta dystir, kemst av, at uppgerðin teirra millum í tíggjunda umfari var avgreidd 28. mars. Tíggjunda umfar er ásett at vera 27. mai.

At B68, sum er á fimta plássi við tólv stigum, og Giza Hoyvík, sum er á áttanda plássi við fimm stigum, bara hava spælt seks dystir, kemst av, at dysturin á Svangaskarði síðsta leygardag varð útsettur.

 

Áttanda umfar

Í dag

KÍ-B36: Súni Fríði Johannesen kl. 15.00

Leygardagin

ÍF-Giza Hoyvík: Andreas Josephsen kl. 12.00

Víkingur-HB: Bjarki Danielsen kl. 14.00

B68-NSÍ: J. Hendrik Ellefsen kl. 16.00

AB-TB/FCS/Royn: Jóhan Petur Michelsen kl. 12.00

 

Støðan

www.faroesoccer.com/content.php