Spæla ímóti Braband

Fremad Amager endaði næstfremst í 2. Deild Eystur, og teir skulu nú spæla uppflytingardystir ímóti næstfremsta liðnum í 2. Deild Vestur. Tað gjørdist Brabrand. Fyrri dysturin millum Brabrand og Fremad Amager verður í Branband mikukvøldið kl. 18.00. Seinni dysturin verður á heimavøllinum hjá Fremad Amager sunnudagin 22. Juli kl. 14.00. Liðið, sum vinnur dystirnar samanlagt, flytir upp í næstbestu deildina.