Á heimasíðuni hjá FSF verður sagt, at ferðin niður gekk væl, og síðani hósdagin hava kvinnurnar roynt at vant seg við tey 25 hitastigini, sum nú eru har á leiðini.
Og klokkan 13.30 okkara tíð verður so fyrsti dysturin spældur. Føroyar hava eina ferð áður spælt móti Kasakhstan. Hetta var á heysti í 2006, og ta ferðina taptu okkara kvinnur 1-0.