Tá ið fyrsta umfarið í landskappingini var av, segði ÍF venjarin, Sigfríður Clementsen, á hesum síðunum, at teir í Fuglafirði høvdu gjørt upp við seg sjálvar, at tað skuldi verða fótbóltsspælið, sum skuldi halda teimum í fremstu deildini.
Avrikini seinastu vikurnar kundu bent á, at tað stendur ikki so væl til við fótbóltsspælinum, og hesum er álopsveteranurin, Magni á Lakjuni, samdur í:
- Vit mugu aftur til fótbóltsspælið. Vit hava nógvar góðar fótbóltsspælarar. Tí er tað púra við síðuna av, at tað verður so nógv sparkað, heldur enn at tað verður spælt.
Nú skulu tit spæla í Gundadali ímóti B36?
- Um vit fara at spæla fótbólt móti teimum, so síggi eg ikki so dapurt upp á uppgávuna. Um vit fara at sparka, sum vit hava gjørt tær seinastu ferðirnar, so verður tað meiri enn torført, sigur Magni á Lakjuni.