Spíla seg út á jóansøku

Handlarnir á Tvøroyri ætla rættiliga at spíla seg út á jóansøku.

Í hesum sambandi halda teir Stevnunátt fríggjakvøldið á Jóansøku, og tá hava handlarnir opið til á midnátt við nógvum góðum tilboðum. Klokkan 18 vitjar Bassi hjá Eik og Oddi hjá Suðuroyar Sparikassa í miðbýnum, og klokkan 22 verður mótaframsýning uttanfyri Trilluna, har dansigentur eisini seta dám á. Tað er handilsfelagið á Tvøroyri, ið skipar fyri. Felagið heldur, at tað hendir ov lítið í handilslívinum og tí vilja tey royna okkurt nýtt. Fær tiltakið undirtøku, er ætlanin, at tað skal fylgja jóansøkuni bæði á Tvøroyri og í Vági.