Eftir døgurða verður farið undir landskappingina. Á skránni eru fimm dystir í næstbestu deildini.
Í fjør vann KÍ gull. Klaksvíkingar fara klokkan 13 á vøllin í Vika á Argjum. AB flutti í fjør upp úr næstbestu deildini.
Hin uppflytarin, FC Hoyvík, eigur eisini heimavøll ídag. Víkingur, sum í fjør endaði næstovast í 1. deild, verður gestur á vøllinum við Løgmannabreyt.
Í fjør endaði NSÍ á triðja plássi. Í dag eigur NSÍ heimavøll ímóti HB, sum í fjør endaði á áttanda plássi.
07 Vestur endaði í fjør á fjórða plássi. Vágamenn eru á veg suður á Sand, har B71 verður vertur. B71 endaði í fjør á sjeynda plássi.
B68 endaði í fjør á fimta plássi. Toftamenn eru á veg suður í høvuðsstaðin, har B36 verður vertur. B36 stríddist alt árið í fjør fyri at sleppa undan niðurflyting. Síðstu umførini hilnaðist tað so mikið væl, at B36 endaði á sætta plássi.
NSÍ – HB: Aron Sofus Vest kl. 15.00
FC Hoyvík – Víkingur: Bent Tommy Linklett kl. 15.00
B36 – B68: Bjarki Danielsen kl. 15.30
AB – KÍ: Rúni Olsen kl. 13.00
B71 – 07 Vestur: Stephan Petursson kl. 14.00