Spæla í Streymnesi í dag

Klokkan 17.30 verður fyrsta bríkslið við Margáir, har EB/Streymur og HB fara at spæla dystin í 1. deild, sum átti at havt verið spældur 28. september, men sum varð útsettur.

Talan er um lyklauppgerð í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting. EB/Streymur er á 7. plássi við 25 stigum, og HB er á 8. plássi við 24 stigum. 07 Vestur er langt síðani flutt niður, og á hinum niðurflyingarplássinum er í løtuni FC Hoyvík við 23 stigum.

Dagfinn Forná verður dómari við Margáir í dag.