Spæla sum eitt hol í jørðini

Ronnie Samuelsen var alt annað enn nøgdur, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin.

– Hatta var ein undarligur dystur. Vit stýra honum, men teir gera málini, og tað hevur verið nokkso typiskt fyri okkum í ár. Annars haldi eg, at dómarin oyðilegði okkum dystin, tí tað fyrsta máli var eini fýra-fimm metur offside, og tað kann á ongan hátt góðtakast, at slíkt verður góðtikið, sigur Ronnie Samuelsen avgjørdur og leggur so aftrat, at tað ikki er fyrstu ferð at dómarar oyðileggja dystir fyri EB/Streym.

Men er tað ikki bara undanførsla, at siga dómarin oyðileggur dystin?

– Jú, sjálvandi er tað undanførsla, men tað skal sigast, tí teir eru líka so nógv sum vit partar av spælinum. Vit kunnu fáa gul og reyð kort, men teir skuldu so sanniliga eisini fingið karantenu og so framvegis fyri vánaliga døming. Men tá tað er sagt, so tapa vit dystin sjálvir, staðfestir Ronnie Samuelsen.

Hann sigur annars, at tað á ongan hátt kann góðtakast, at EB/Streymur tapir fyri einum uppflytara á henda hátt.

– Men teir kontra væl og vit spæla illa. Frameftir er tað ikki so galið, men vit lata ov nógv mál inn, og verjan spældi illa í dag, sigur Ronnie Samuelsen, sum eisini hevur eina avgjørda meining um avrikið hjá EB/Streymi.

– Vit hava ikki uppiborið meiri enn hetta í ár, tí vit spæla sum eitt hol í jørðini.