Spæla sum meistarar

StÍF sýndi mest sum ræðandi styrki, tá teir í dag vundu burtur úr VÍF

VÍF-StÍF 20-30 (11-16): 


Kanska er einasta loysnin at mansverja samfullar seks útispælarar hjá StÍF. Í øllum førum sýndu strandingarnir sunnudagin, at teir hava so nógv flestar streingir av øllum.

Tí hóast unga VÍF-liðið fleiri ferðir spruttaði nakað, so megnaðu teir als ikki at halda sama støðuga støði, sum gestirnir gjørdu.


Breið hóttan

Snøgt sagt, so var tað alla tíðina onkur spælari – og oftast fleiri – sum vóru til reiðar at taka ábyrgd á liðnum hjá StÍF.

Í álopinum hevur stórur partur av spælinum í ár snarað um Danni Syhler og David Edvardsen, og hesir sýndu sanniliga sítt virði. Ikki minst var tað sjónligt, tá VÍF tað einu ferðina royndi at skerma Syhler úr spælinum við eini offensivari 5-1 verju. Ístaðin fingu teir bara ein krossandi Edvardsen, sum tríggjar ferðir á rað bankaði bóltin í meskarnar, og so var tað hugskotið líkasum slept.

Men eisini hinir á liðnum sýndu dygdir, sum samanlagt gera StÍF til vandamest liðið í deildini. Justinussen-beiggjarnir hava skotstyrki, sum fáir aðrir í landinum. Á veinginum kundi tað nærum gera tað sama, hvørjar spælarar StÍF nýtti, tí teir skoraðu kortini. Og í strikuspælinum hevur liðið eisini frægar spælarar, sum eisini fingu pláss, tá VÍF verjan noyddist at hugsa bæði breitt og djúpt.

Nú stendur VÍF miðskeiðis í einum ættarliðsskifti. Og tí er ein stórsigur í Vestmanna ikki sama valdsdemonstratión, sum tað var fyri nøkrum árum síðani. Men kortini hava teir gulu somikið av kvaliteti, at tað skal eitt serstakliga gott lið til fyri at geva ein slíkan umgang.


Spruttaðu viðhvørt

Tað var tó ikki soleiðis, at vestmenningar vóru fullkomuliga hjálparsleysir.

Við Agnari Joensen á odda fylgdu vertirnir væl við fyrstu løtuna av dystinum sunnudagin, men breiddin hjá StÍF kom teimum í serstakliga stóran mun tilgóðar, tá vestmenningar ikki megnaðu at halda ferðini uppi allan vegin.

Hetta gav at bíta miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá 6-7 gjørdist til 6-13, og aftur í seinna hálvleiki var sama skili. Tá hevði VÍF annars eftir málleysa undirtalsstøðu strítt seg til trý mál á rað og minkað munin niður í 17-20. Men lítli spenningurin, sum nú var í, hvarv sum døgg fyri sól, tá StÍF vann næstu løtuna 8-1. Og so var góða arbeiðið hjá teimum gulu at kalla burturspilt.

Og so kundu strandingarnir róliga koyra sigurin heim, meðan áskoðararnir, sum øktust í tali, nú EM-finalan var av, kundu grunda um, hvat skal til, um StÍF skal basast. Ja. Kanska ein seks-dupult mansverja er svarið.


Fakta um dystin

VÍF-StÍF 20-30 (11-16)

10 min: 4-3

20 min: 6-11

40 min: 15-20

50 min: 17-25

Málskjúttar

VÍF: Agnar Joensen 4(1), Rúni Joensen 4, Daniel Rapa 4(1), Fríðbjørn Seloy 2, Niels Andreasen 2, Bjarti Hansen 2, Dávur Magnussen 1, Joen P. Høgnesen 1

StÍF: David Edvardsen 6, Rúni Niclasen 4, Leivur Justinussen 3(1), Jón Rasmussen 3, Bárður Danielsen 3, Danni Syhler 3, Borgar Danielsen 3, André F. Danielsen 3, Sveinur Justinussen 2(1)

Brotskøst: VÍF 3, StÍF 3

Útvísingar: VÍF 3, StÍF 4

Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr