Tað er víst, at HB fer at enda á fimta plássi. Tað er næstan víst, at ÍF verður nummar seks. Ein lítil møguleiki er fyri, at TB kann fáa fatur á fuglfirðingum.
Tað er fyri tað mesta æran, ið fer at standa upp á spæl í Gundadali seinnapartin:
-Vit vóna at enda kappingarárið væl, og vit arbeiða fyri søkini, men tað skal ikki dyljast, at okkum hevði dámað best, um landskappingin var liðug undan landsliðs steðginum, sum nú hevur verið, sigur ÍF spælarin Dánjal á Lakjuni.
Gunnar Christiansen og Poul Nolsøe Mikkelsen eru langtíðar skaddir.
ÍF vann 28. apríl 4-2 ímóti HB í Fuglafirði, og HB vann ólavsøkuaftan 1-0 á ÍF, sum síðstu løtuna pressaði nógv fyri at javna.
-Eftir laka úrtøku í fleiri umførum reistu spælararnir seg á Toftum. Tað hevur stóran týdning, at vit enda kappingarárið væl, sigur HB venjarin Jan C. Dam.
Einsamallur málskjútti á Toftum var Øssur Dalbúð, sum áður hevur spælt við ÍF. Nú hevur hann skorað níggju mál og er HB toppskjútti. Tað varð annars vónað, at Arnbjørn Hansen skuldi vera stóri málslúkurin hjá HB í ár. Málrevurin hevur verið nógv skaðadarvaður, og nú er greitt, at hann fer ikki at spæla fótbólt aftur í ár.
Rókur av Fløtum Jespersen er leikbannaður. Christian R. Mouritsen, Ári M. Jónsson og Jóhan Troest Davidsen eru tøkir aftur eftir leikbann.