Seinastu 27 árini hava KÍ og GÍ á hvørjum ári tykist í fremstu fótbóltsrøðini. Samantalt er eingin ivi um, at GÍ hevur verið stinnari – teir hava vunnuð FM seks ferðir, meðan KÍ hevur vunnið tvær ferðir – men innanhýsis uppgerðirnar hava ofta verið tættar, og fleiri ferðir hevur nógv staðið upp á spæl, tá ið tað er liðið út á ári.
Soleiðis er ikki hesa ferð. KÍ og GÍ hava ikki møguleika at vinna heiðursmerkir, og liðini eru heldur ikki í vanda fyri at flyta niður.
Ofta hava klaksvíkingar staðið seg væl í Gøtu, og gøtumenn hava fingið nógv burturúr í Klaksvík. Soleiðis hevur eisini verið í ár. GÍ vann í 9. umfari 3-2 í Klaksvík, og í 18. umfari vann KÍ 1-0 í Sarpugerði.
Fyri viku síðani løgdu bæði feløgini rygg til tap. Hjá KÍ var tað stórt vónbrot – eftir at hava fingið stig burturúr fimm ferðir á rað – at tapa á Argjum, har klaksvíkingar í 2. hálvleiki vóru niðurspældir. GÍ vísti í torføru avbjóðingini á heimavølli ímóti B36 góðan hugburð, hóast GÍ tapti 1-0.
Síðani 1980, tá ið GÍ trein inn í fremstu røðina, har gøtumenn síðani hava verið saman við KÍ, hevur GÍ 29 ferðir spælt landskappingardyst í Klaksvík. Hagtølini staðfesta útsøgnina, sum sigur, at GÍ plagar at standa seg væl í Klaksvík. GÍ hevur vunnið 12 landskappingardystir í Klaksvík, KÍ hevur 11 ferðir vunnið á heimavølli ímóti GÍ, og seks ferðir hevur tað verið javnt. Í málum stendur á jøvnum – 52-52.