Spælarametingar hjá kvinnum

Neistin

Kristina Griksaite: 6
Stóð ein fantastiskan dyst í avgerandi dystinum, har hon frá byrjan læs spælið og bjargaði væl.

Maria Samuelsen: 4
Var framúr góð í fyrsta dystinum, men fekk ikki gjørt so nógv við tað, sum fór inn leygarkvøldið.

Ása Dam á Neystabø: 2
Fekk ikki so nógv burturúr og tóktist heldur ikki hava somu orku sum liðfelagarnir.

Barbara Brauer: 5
Hóast mansverju alla tíðina, skoraði hon, tá hon slapp at skjóta, og royndist trygg í brotskøstum.

Bára Hansen: 5
Varð eisini mansvard mestsum alla tíðina, men fekk brúkt kreftirnar skilagott, tá hon fekk spælt.

Marjun Danberg: 3
Hevur víst meira ígjøgnum veturin enn í avgerandi dystunum, har hon ikki ordiliga kom í gongd.

Unnur Danielsen: 3
Hevur skjótleikan á sínari síðu, men fekk ikki so nógv burturúr, at tað ordiliga munaði.

Rakul Augustinussen: 4
Vísti gott spælskil, men hevði ótakksaman leiklut, tá skjúttar sjáldan vóru tøkir at spæla upp.

Nicoleta Radu Hansen: 5
Stýrdi verjuni væl, samstundis sum hon í álopsspælinum flutti seg væl og skapti nógv pláss.

Jacklin Durhuus: 5
Gekk veruliga undan og vísti viljan at vinna, og ferð eftir ferð var hon stór hóttan frá vonginum.

Kári Horn: 5
Megnaði at fáa tað fram í spælarunum til triðja dystin, ið ikki sást leygarkvøldið, og fekk liðið at halda fast.



Kyndil

Tomma Petersen: 6
Var mestsum einsamøll um at halda Kyndli inni í triðju finaluni og vísti ferð eftir ferð klassa.

Jórun Ludvig: 5
Hevur stórar royndir og dugir eisini at brúka tær, so vantandi orkan ikki darvaði so nógv.

Bjarta Johansen: 4
Stríddist væl á strikuni, har hon skapti pláss og bjóðaði seg til, og í verjuni var hon stinn.

Anja Heinadóttir: 4
Hevði góð avrik á strikuni, serliga leygarkvøldið, og var skjót avstað, tá mótálop skuldu roynast.

Anna Brimnes: 5
Hóast ungan aldur vísti hon hegni, styrki og hugflog í mansverjuni og tá Kyndil var í undirtali.

Birita Mortansdóttir: 3
Kom væl frá spælinum á bæði bakki og miðju, og hon var ein av teimum, ið bjóðaði dúgliga av.

Turið Arge: 5
Var stinn í mansverjuni, men hevði eisini orku og yvirskot til at skora mál og hótta í álopsspælinum.

Simona Petersen: 3
Megnaði ikki til fulnar at vera nóg støðug, til at hon kundi ganga undan við sínum royndum.

Randi Wardum: 3
Fekk ikki nógv burtur úr álopsspælinum, men stríddist í verjuni, so tað blivu nógvar útvísingar.

Simona Iacob: 3
Var stundum kreativ í skotroyndunum, men tóktist ikki vera før fyri at hava støðug avrik.

Geir Wardum: 5
Hevði fatur í rætta endanum við dupultari mansverju, og gjørdi tað, hann stórt sæð kundi gera í finalunum.