Spælarar hjá Atletico hava korona

Champions League: Tveir spælarar hjá Atletico Madrid hava koronu, meðan RB Leipzig verður uttan Timo Werner

Í kvøld verður onnur av fýra fjórðingsfinalum hesar fýra dagarnar. Í gjár vann Paris Saint Germain í yvirtíðini á italska Atalanta. Í kvøld er dystur millum Atletico Madrid og týska RB Leipzig.

Atletico Madrid var í finaluni í 2014 og 2016, og hetta er fimtu ferð upp á sjey ár, at liðið hjá Diego Simeone er í fjórðingsfinaluni í Champions League. Bara Bayern Munchen og FC Barcelona hava klárað tað oftari hesi sjey árini.

Diego Simeone hevur tó eina avbjóðing. Mánadagin bleiv staðfest, at bæði Angel Correa og Sime Vrsaljko hava koronasmittuna. Teir kunnu tí ikki spæla við í kvøld. Annars kann argentinski venjarin hjá Ateltico velja millum allar sínar spælarar.

Hetta er fyrstu ferð, at RB Leipzig er í fjórðingsfinaluni í Champions League. Umstrídda týska felagið, sum er stuðlað av Red Bull, hevur klárað hetta við góðari hjálp frá Timo Werner. Hann er seldur til Chelsea og verður ikki ein partur av hópinum restina av kappingarárinum. Marcel Halstenberg hevur sitið yvir í seinastuni, men verður væntandi tøkur. Ibrahima Konaté er skaddur.

Atletico Madrid – RB Leipzig (20.00)

Fjórðingsfinalur: August 12-15 (Lisbon)

Atalanta – PSG 1-2 (1-0)

1-0 Mario Pasalic, 27

1-1 Marquinhos, 90

1-2 Eric Maxim Choupo-Moting, 90+2

RB Leipzig vs Atletico Madrid

FC Barcelona – Bayern Munchen

Manchester City – Lyon

Hálvfinalur: August 18-19 (Lisbon)

Manchester City/Lyon - Barcelona/Bayern Munich

RB Leipzig/Atletico Madrid – Paris Saint-Germain