Spælararnir ikki nóg góðir

Liverpool-legendan Tommy Smith er nú farin upp í kórið, sum finnist at venjaranum Rafael Benite. Leygardagin tapti Liverpool í FA Cup. Dysturin á heimavølli ímóti Barnsley endaði 2-1.

- Hvussu kann Benitez halda, at hann kann vinna nakað við at senda B-liðið á vøllin, spyr Tommy Smith.

Hann heldur, at Liverpool heldur ikki hevur nóg gott lið, tá ið Benitez sendir teir bestu 11 spælararnar á vøllin.