Spælari dømdur fyri herverk

Flest allir fótbóltsleikarar munnu vita, hvussu tað er at blíva vrakaður. Følilsi er ikki av teimum bestu, men teir flestu royna bara at kempa enn meir fyri at vinna sær pláss á liðnum.

Onkrir leikarar taka tó heilt aðrar avgerðir, tá teir blíva vrakaðir, og hetta er serbin, Slavomir Milnovic, gott dømi um. Hann bleiv so skuffaður, tá hann bleiv vrakaður til ein dyst fyri felag sítt, at hann fór heim og lándi ein traktor frá bóndagarðinum hjá familjuni. So gekk leiðin inn á vøllin hjá felagnum, har hann oyðilegði allan vøllin, so hinir spælararnir á liðnum heldur ikki skuldu sleppa at spæla dyst. Milinovic er seinni handtikin og ákærdur fyri herverk.