Spældi høgt spæl

Venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen, var væl nøgdur og lættur eftir síðsta bríksl:

– Dystarskráin er so tøtt, at eg helt tað vera neyðugt at geva nøkrum av lyklaspælarunum eitt sindur av hvíld, áðrenn vit hóskvøldið skulu spæla hálvfinalu í steypakappingini. Eg var greiður yvir, at hetta kundi kosta, men tíbetur spældi tað væl av, segði Víkingavenjarin, sum var væl nøgdur við alt liðið:

– Teir, sum vórðu skiftir út, høvdu spælt væl. Eg var væl nøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki, men tað var eyðsæð, at dygdirnar hjá eitt nú Andreas Lava Olsen vóru serliga hentar, tá B36 hevði stríðst væl og leingi.

So nú verða teir, sum tú ætlaði skuldu vera úthvíldir hóskvøldið, ikki so hvíldir kortini?

– Tað vil eg ikki siga. Tað er stórur munur á at spæla í 90 minuttir og so at spæla í ein hálvan tíma. Tað eigur at síggjast aftur hóskvøldið.

jh