Spældu landsdyst í Íslandi

Um vikuskiftið vóru fýra borðtennislandslið við yngri spælarum í Íslandi, har tey spældu móti íslendsku landsliðunum

Borðtennis

Í alt var talan um 16 borðtennsspælarar í aldrinum 12-18 ár, og vóru hesi skipað í fýra bólkum. Gentur og dreingir í aldrinum 15 ár og yngri og 16-18 ár.
Kappingin varð skipað soleiðis, at leygardagurin varð nýttur til landsdystir, meðan einstaklingakappingar vóru á skránni sunnudagin, og sum skilst, so vóru føroysku úrslitini betri, enn roknað varð við undan fráferðini.
Hetta er fyrsta ferðin, at føroyingar og íslendingar hava havt samstarv av hesum slag innan borðtennis, og sum skilst, so vóru báðir partar sera væl nøgdir um avbjóðingina, sum spælararnir við hesum fingu. Somikið væl nøgdir, at íslendingar longu í vár koma til Føroya at spæla líknandi dystir.
Úrslitini av kappingunum vóru hesi:

Landsdystir
Gentur 15 ár og yngri:
Nr. 1Føroyar 1
Nr. 2Føroyar 2
Nr. 3 Ísland 1

Gentur 16-18 ár:
Nr. 1Ísland
Nr. 2Føroyar

Dreingir 15 ár og yngri:
Nr. 1Ísland 1
Nr. 2Føroyar 1
Nr. 3Ísland 2
Nr. 4Føroyar 2

Dreingir 16-18 ár:
Nr. 1Ísland 1
Nr. 2Føroyar
Nr. 3Ísland 2

Einstaklingar
Gentur 15 ár og yngri:
Nr. 1Susie Midjord
Nr. 2Rakul Mikkjalsdóttir
Nr. 3 Sheila T. Strøm

Gentur 16-18 ár:
Nr. 1Maddi J. Ólafsdóttir
Nr. 2Marin í Dali
Nr. 3Anna Thomasen

Dreingir 15 ár og yngri:
Nr. 1David Jóhnsson
Nr. 2Pætur Albinus
Nr. 3Reidar Luid

Dreingir 16-18 ár:
Nr. 1David Teitsson
Nr. 2Magnus K. Magnusson
Nr. 3Styrrnir Stefnisson

---

Føroysku landsliðsleikararnir vóru hesir:
Rakul Mikkjalsdóttir
Sheila T. Strøm
Joan Thomasen
Susie Midjord
Mariann Mikkjalsdóttir
Marin í Dali
Anna Thomasen
Fróði Jensen
Gilli Sørensen
Rói Agnarsson
Hallur Thorsteinsson
Reidar Luid
Pætur Albinus
Sjúrður Ferjá
Sigurd Carlsson
Ragnar Egilsson