Rannvá B. Andreasen bleiv í gjár vald til ársins spælara hjá kvinnum. Hon hevur roynt tað fyrr, men leggur ikki so nógv í einstakar heiðrar.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samrøðuna við Rannvá B. Andreasen
Sermerkt fyri ársins spælara er, at hon væntaði ikki at spæla í ár vegna skaðar. Við tí í huga, so er tað flott, at hon í dag kann kalla seg ársins spælara 2016.
Hon leggur afturat, at hugurin er góður at halda áfram at spæla, men tað er bara um kroppurin loyvir tí.