Í dag verður enn ein ókeypis konsert í Tutl handlinum á Káta horninum. Hesaferð er talan um Spælimenn, sum framføra runt í Havnini alt vikuskiftið. Tað eru fleiri ár síðan, at teir hava spælt saman. Teir hava júst verið
á konsertferð í Danmark og umframt at spæla í TUTLhandlinum, spæla teir
eisin í Havnar Klubba í kvøld og leygarkvøldið á Manhattan.