Í august í ár vóru 25 ár síðani, at Spælimenninir funnu saman í Hoydølum. Hetta var í 1974 og bólkurin gjørdist beinanvegin savningsstað hjá teimum, ið høvdu áhuga fyri spælimanstónleiki, bæði hjá føroyingum og hjá fólki, ið eru flutt hendaveg. Bólkurin hevur eisini havt nógvar limir millum ár og dag.
Seinastu árini hevur manningin tó verið støðug við violin, mandolin, blokkfloytu, klaveri og bassi. Tó hava fleiri gestatónleikarar verið eisini.
Skráin hevur altíð verið merkt av teimum, ið hava verið við. Traditiónellir norðurlendskir, bretskir og amerikanskir tónar. Ívar Bærentsen hevur ríkað við fleiri av sínum egnu instrumentalu og vokalu løgum.
Síðani 1977 hava Spælimenninir ferðast í Norðurlondum, Bretsku Oyggjunum, Amerika og Europa og er tann bólkur í Føroyum, ið hevur ferðast mest og er komin sera víða. Einar 50 konsertir vóru á skránni árliga í áttatiárunum. 7 fløgur/plátur hava Spælimenninir givið út, ið eru seldar í 12000 eintøkum.
Í juli - august í ár voru teir á ferð í samband við tey 25 árini. Hetta var í Føroyum og í Hetlandi, har spælt varð fyri 3000 áhoyrarum á 6 konsertum. Við á ferðini vóru Erling Olsen, Angelika Nielsen (violin), Ívar Bærentsen (mandolin, guitar), Sharon Weiss (blokkfloyta), Kristian Blak (klaver) og Mikael Blak (bass).
Langur listi
Ferðalistin hjá Spælimonnunum er langur. At nevna øll støðini, ið hava fingið vitjan av Spælimonnunum hevði verið vónleyst. Men um vit til stuttleika nevna londini, so kann lesarin hava í bakhøvdinum, at í USA til dømis eru eini 50-60 støð, har teir hava spælt. Aðrastaðni eru kanska eini 10 - 15. Londini eru Kanada 1979-97, USA, 1978-96, Frakland 1981, Slovakia 1992, Finnland 1987, Svøríki 1994-98, Danmark 1978-98, Ísland 1979-87, Grønland 1987, Føroyar 1974-99, Hetland 1977-1999, Orknoyggjar 1977-94, Skotland 1977-94 og Ongland 1978.
Spælimenninir hava eisini verið í útvarpi og sjónvarpi. Beinleiðis í BBC, DR og í USA m.a. A Prairie Home Companion fleiri ferðir - 11.000.000 lurtarar, og CBC í Kanada, ið er landsdekkandi. Spælimenninir hava hesi árini eisini verið í sjónvarpi. Í BBC og í grønlendskum sjónvarpi.