Spælipláss og útifitnes á Toftum

Tað er Innspark, sum skal levera og seta upp nýggja spæliplássið og útfitnesøkið á Toftum.

Tað er fyritøkan Innspark, sum hevur fingið til uppgávu at levera og seta upp nýggja spæliplássið og útfitnesøkið á stadionøkinum á Svangaskarði á Toftum.

 

- Spæliplássið til barnagarðin er ov lítið, og tí hevur bygdaráðið kannað møguleikan fyri at gera spælipláss og útifitnes. Talan er um økið í syðra enda millum kastigarðin og rennibreytina.

 

Í Nes kommunu vita tey at siga, at umframt at verða eitt spælipláss hjá barnagarðinum, verður spæliplássið eisini eitt alment spælipláss, eins og útifitnesøkið verður til almenna nýtslu.

 

 - Vit hava fingið uppskot og tilboð frá Blika, Vind og Innspark. Á bygdaráðsfundi hava vit samtykt at taka av tilboðnum frá Innspark.


Lagt verður aftrat, at tilfarið til alt økið verður bílagt í hesi vikuni, og leveringsfreistin er seks til átta vikur.

 

- Óvist er, um arbeiðið við økinum verður liðugt í ár, tí arbeiðið við gummiundirlagnum krevur turt veður, eins og hitin skal verða hin rætti.

 

Á spæliøkinum verður eitt nú aktivietssentur, reiggjur, karussel og trampolinir, og á útifitnesøkinum verður "crossfit" útgerð, sum hon verður rópt.