Danmark, við føroyska Jóhan á Plógv Hansen á liðnum, spældi seg í gjár sannførandi í finaluna.
Jóhan á Plógv Hansen hevur verið partur av danska hópinum síðani at Hans Lindberg var skaddur í fyrsta dystinum.
Men seinastu fýra dystirnar, hevur danski landsliðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen, ikki sett fyrrverandi kyndilsmannin á vøllin, og nú er spurningurin um hann verður í hópinum til finaluna í morgin.
Fleiri danskir miðlar boða frá, at Hans Lindberg venur við fullari styrki, og stutt undan finaluni verður avgerð tikin um Danmark fer at nýta sína seinastu útskifting til at fáa roynda høgra vongin inn fyri føroyingin.
TV2 skrivar at danski landsliðsvenjarin fer at práta við teir báðar, Hans Lindberg og Jóhan á Plógv Hansen um støðuna í dag, men avgerðin verður ikki tikin fyri í seinastu løtu um nú onkur annar leikari skuldi fingið trupulleikar
Seinastu fýra dystirnar hevur Lasse Svan spælt fulla tíð á danska høgra vonginum, og ætlanin er helst at hann skal spæla alla finaluna. Men Nikolai Jacobsen, ið sjálvur var vinstri vongur á danska landsliðnum í nógv ár, vil hava ein eyka høgra vong við á liðnum fyri at kenna seg tryggan. Spurningurin er so um tað verður sera royndi 37 ára gamli Hans Lindberg, ella unga stjørnuskotið, Jóhan á Plógv Hansen.