Spælir við sama lag

Mikladalur: - Høvdu fingrarnir bara orkað eitt sindur betri, sigur Karl Hendriksen, sum er urguleikari við kirkjuna í Mikladali. Hann lærdi at spæla undir krígnum og spælir við sama lag, nú hann er farin langt upp um eftirlønaraldur

Hvønn einasta sunnudag og hvønn einasta halgidag, langt áðrenn kirkjuklokkan boðar frá gudstænastu, er Karl Hendriksen til reiðar.

Heima hevur hann vant sálmarnar, sum skulu syngjast henda dagin: Fýra, um tað er deknagudstænasta. Fimm, um prestur er á vitjan.

Hansara partur skal í øllum førum ikki liggja eftir.

- Tað var annars systkinabarn mítt, Líggjas Eliasen sum var urguleikari her. Eg haldi, at hann man hava spælt í eini 60 ár tilsamans.

- Tá hann doyði, varð heitt á meg um at spæla. Eg játtaði at spæla, so leingi sum eg kundi og so leingi sum eg hevði kreftirnar til tað, greiðir Karl frá.

Men so leggur hann aftrat:

- Tað kann sjálvandi ikki blíva við í nógv ár aftrat. Eg meini - eg eri jú 86 ár.


Lærdi ein vetur

Mangar eru søgurnar um ta tíðina, tá urgan gjørdist fast inventar í føroysku kirkjunum. Líka síðani tá, hava tað verið menn og kvinnur sum hava røkt hesa tænastuna eitt kirkjuár fyri og annað eftir.

Karl Hendriksen lærdi sjálvur at spæla, meðan hann lærdi á bedingini í Klaksvík undir seinna veraldarbardaga. Sum ein part av frítíð síni avgjørdi hann at læra seg at spæla uppá eitt ljóðføri.

Hetta kom ikki av ongum, tí í heimi hansara var ljóðføri at spæla uppá, og tað er tað enn í hugnaligu húsunum hjá honum og konuni Elinborg í Mikladali.

- Har í Klaksvík var ein kvinna, sum æt Maria Petersen - hon var forrestin kona Alfred Petersen. Hjá henni lærdi eg altso at spæla uppá urgu ein vetur.

- Men tað vardi bert tann eina veturin. So tað er tað einasta sum eg havi lært, sigur Karl.

Seinni flutti hann til Havnar, og her eigur hann mangar løtur sum urguleikari við møtini í Meinigheitshúsinum í Havn.


Prestur vitjar

Uttan trúgvar tænarar í kirkjuni, var ikki gjørligt at hildið gudstænastur í teimum mongu føroysku kirkjunum.

Ein teirra sum er við í hesum rættiliga stóra liði av óløntum tænarum, er Karl, sum saman við hinum kirkjutænarunum í Mikladali altíð er til reiðar, tá kirkjuklokkan kallar til gudstænastu ella aðrar kirkjuligar tænastur.

Gjøgnum eitt ár verða tí hildnar eitt rættiliga stórt tal av gudstænastum her, bæði sunnudagar og halgidagar. Í flestu førum lestur deknurin lestur.

- Ja, skipanin er soleiðis, at prestur er her úti 5. hvønn sunnudag. Og tá hava vit altíð altargongd, greiðir Karl frá.


Sálmar eftir innihaldi

Tá lestur verður lisin í kirkjum okkara, er tað í mongum førum deknurin sum velur sálmarnar, sum hóska til innihaldið í teirri skrivaðu prædikuni.

Í sálmabókini er eitt yvirlit yvir sálmar, ið kunnu verða sungnir eftir 1. ella 2. tekstarøð. Skipanin er so, at í ár verða tekstirnir eftir 2. tekstarøð, tí vit hava eitt líkaár, 2010.

Her í Mikladali er tað Karl sum velur teir fýra sálmarnar út, sum verða sungnir í sambandi við deknagudstænastuna. Men tá prestur er, er tað hann sum velur sálmarnar og ringir sálmanumrini norður til Mikladals.

Og tað eru ikki bert hvørjir-sum-helst-sálmar ið Karl velur, tá lestur er. Tí ein urguleikari í Mikladali fyrireikar seg eisini til gudstænastu hvønn einasta sunnudag.

- Eg plagi at lesa teir tekstirnar ígjøgnum sum hoyra til henda dagin, og so velji eg sálmarnar út frá tí.




Karl, kirkjan og Knút

Í sálmabókini eru 592 sálmar, og ymiskt man vera, hvørjir sálmar verða sungnir á teimum ymisku støðunum. Og ikki minst, hvørjar sálmar ið tann einstaki dámar.

- Eg haldi, at sangurin “Nú takki Gudi øll” er ein fantastiskur sangur, slær Karl fast.

Tað er eisini so, at ein gamal sálmur kann fáa eitt nýtt lív við einum nýggjum lagi. Karl vísir her til sálmin “Kirkjan hon er eitt gamalt hús”, har Knút Olsen hevur gjørt eitt sera vakurt lag.




Ongar pípur

Flestu kirkjur kring oyggjarnar hava pípuurgu í dag. Eitt undantak í so máta er Mikladals kirkja, har tey í síni tíð brúktu eitt pumpu-orgul - eitt harmonium, tey kalla.

Eina skifti varð tosað um, hvørt kirkjan átti at fingið sær eina pípuurgu. Semja varð tó um, at hetta var ein heldur kostnaðarmikil loysn.

Í dag verður eitt elektroniskt klaver - av slagnum Yamaha Clavinova - ístaðin brúkt, tá Karl spælir til sálmasangin.

- Hetta er í fínasta slag, sigur Karl Hendriksen, sum er skjótur at seta seg við urguna og spæla eitt av yndisløgum sínum. 




6 fólk

Í Mikladali eru einans skrásettir 32 íbúgvar. Tí er eisini rættiliga misjavnt, hvussu nógv fólk leita sær í kirkjuna ein vanligan sunnudag.

Meðan tey onkutíð eru seks fólk í kirkju, kunnu tey aðrar vanligar sunnudagar vera bæði 12 og 20.

- Men dýra biðidag vóru rættiliga nógv fólk í kirkjuni, tí eitt barn úr Klaksvík skuldi doypast her. Tá var góður sangur, sigur Karl við einum brosi.