Spælistað? Hvat er tað?

    

Hatta havi eg hoyrt fólk siga, og tað er kanska ikki so undarligt, at tey ikki vita, hvat eitt spælistað er fyri nakað. Hvussu skulu tey vita tað? Her er jú einki. Vit, tónleikarar og tónleikaáhugað, hava sóknast eftir einum sovornum, og kanska skuldi man roynt at greitt frá, júst hvat tað er man sóknast eftir. Hetta er mín fatan av, hvat eitt spælistað er ella kann vera.
Man kann seta eitt spælistað upp í móti einum konsertsali og upp í móti eini café/bar, har tónleikur eisini javnan verur framførdur.
Seta vit fyrst upp í móti eini café/bar, so er tað soðleiðis á slíkum støðum, at man drekkur ein kop av kaffi ella eina øl, og hevur so tónleikin afturvið. Livandi ella ikki. Á einum spælistað er tað hinvegin. Man lurtar eftir tónleiki (helst livandi) og drekkur ein kop av kaffi ella eina øl afturvið. Har er jú ikki tónleikur allatíðina, og tá er tað sum ein vanlig café, men tá tónleikurin er, tá er tað tónleikurin sum er.
Ein konsertsalur er ein pallur við rekkjum av stólum framman fyri. Fólkini koma inn, keypa bilett, heingja frakkar og jakkar í garderobuna og seta seg á sín stól, og hyggja beint fram á pallin. Á einum spælistað eru borð og stólar sett upp. Man kann hava rekkjur av stólum fremst ella ikki. Tað veldst um tónleikin. Fólkini koma inn, keypa bilett, um tað verður kravt, heingja frakkar og jakkar upp, um tey tíma, keypa sær eina øl ella okkurt annað, seta seg við eitt borð og njóta. Ella ikki og fara.
Man kann siga, at spælistaðið liggur ímillum caféina og konsertsalin. Man kemur fyri tónleikin - og samveruna.
Sigast skal eisini, at einki stað avloysir hitt. Tørvur er á caféum, spælistøðum og konsertsalum. Trupulleikin er tann, at her er einki spælistað, og av teirri orsøk, hava vit tónleikarar ført spælistað-rolluna yvir á caféir, og tað er ikki rímuligt. Har eru eisini fólk, sum koma at drekka kaffi og slíkt í frið og náðum, og so koma vit buldrandi. Men tað er tað nærmasta vit hava til eitt spælistað, og vit hava eisini ein ávísan spælitørv, ið skal nøktast.