Spælt í 100 ár í kirkjuni

Havnar Hornorkestur møtir trúliga upp jóladag at spæla í Havnar kirkju

Ove Olsen, sum stjórnar Havnar Hornorkestri, veit ikki, hvussu siðurin byrjaði við horntónleiki í Havnar kirkju jóladag.
- Teir hava neyvan verið fleiri enn fýra ella fimm, tí teir sungu uppi í torninum, lótu lúkurnar upp, so jólatónleikurin hoyrdist um allan býin, sigur Ove Olsen.
Í ár eru hundað ár liðin, síðan horntónleikur jørdist fastur táttur undir gudstænastuni jóladag í Havnar kirkju.
Nú eru spælararnir við fleiri, ofta yvir 20. Uppmøtingin er rímiliga góð. Summir spælarar eru ikki í Havn um jólini, men afturímóti koma fleiri tónleikalesandi heim at halda jól og spæla við orkestrinum jóladag, sigur Ove Olsen.