Spírandi list - onnur framsýning

Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli:

Framsýningin ”Spírandi list” hjá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla í Smiðjuni í Lítlvík, sum byrjaði hósdagin 29. januar, heldur áfram við øðrum næmingum.


Hósdagin 5. februar kl. 14 læt ein onnur framsýning upp. Hesaferð er talan um framsýnarar, sum eru royndir og kendir næmingar hjá Randi M. Gunnarsdóttir á skúlanum. Næmingarnir ganga á framhaldsskeiðnum á kvøldskúlanum. Millum 70 og 80 málningar eru á framsýningini.


Tey sum sýna fram eru: Vera Bjørgvin, Maria Sørensen, Anna Hansdóttir, Martina Eriksen, Ólavur Tomsen, Hergerð Joensen, Lív Reynheim, Beinta Gaard, Louisa Fjallsbak, Anna Maria Nyby og Katrin Vardum.


Opið eru allar dagar frá kl. 14 -18, tó leygardagin frá kl.10 -18 og sunnudagin frá kl.15 -18.


Framsýningin er opin til og við týsdagin 10. februar.