Spírarnir í dag fara at eiga vinnuna

Búskaparfrøðingurin Óli Samró sær oljuvinnuna sum eina stóra avbjóðing fyri føroyskt vinnulív. Tað verður sum tænastuveitarar her heima og uttanlands, at føroysk virki kunnu koma at gera seg galdandi. Tað fer at snúgva seg um at leggja seg eftir teimum røttu økjunum í sambandi við eina oljuvinnu, sigur Óli Samró m.a. í samrøðu við Sosialin

 

Oljuvinna/Samrøða

Í einum av teimum kontórunum, ið hevur mestsum besta útsýni í Havnini, situr búskaparfrøðingurin Óli Samró og arbeiðir dagliga. Hann hevur í dag sína egnu fyritøku, ráðgevingarfyritøkuna Farec. Útbúgvingin eitur búskaparfrøðingur ella cand.oecon, sum hann hevur tikið í Århus. Hann varð liðugur við sín lesna síðst í áttatiárunum. Hann hevur virkað í nevndum og við føroyskum eins og útlendskum fyritøkum. Í dag fæst hann við at ráðgeva, og hann er m.a. eisini nevndarformaður fyri KJ-Hydraulik. Tað var einamest í teimum árunum miðskeiðis í nítiárunum, tá ið oljuvinna ikki veruliga hevði fingið fótin fyri seg í Føroyum, at Óli Samró byrjaði at fáast við oljuvinnuna og oljufeløg. Hann nýtti nógva tíð og orku til at læra seg, hvussu henda vinnan loðar saman. Síðani 1998, tá ið oljulóggávan og oljufeløgini av álvara byrjaðu at finna sær sæti í Føroyum, hevur Óli ikki verið so nógv í sjálvum hjartanum av oljuvinnuna, men hevur heldur hildið til í fleiri av teimum fyritøkunum, ið nú flyta seg nærri og nærri at oljuvinnuni, og er tað júst hesin sami parturin av føroyskum vinnulívið, sum Óli metir kann fara at standa seg best og mennast í sambandi við eina oljuvinnu á okkara leiðum.

Sambært Óla Samró kann oljuvinnan í Føroyum gerast ferðaseðilin hjá føroysku vinnuni til størri marknaðir kring okkum.

-Vit mugu brynja okkum til, at umfatandi broytingar fara fram innan føroyskt vinnulív, eins og vit eisini hava sæð í øðrum londum, sigur Óli Samró.


Uttanlands

Óli Samró hevur ferðast nógv í útlondunum, har hann eisini hevur eygleitt oljuvinnuna. Oljuvinnan og heimsrákið vilja broyta ikki bert talið av fyritøkum í Føroyum, men tað verður mestir eisini talan um eina hugburðsbroyting, um tað so statt skal eydnast at fylgja við á altjóða marknaðinum. Óli minnist serliga eina hending, sum var honum fyri, tá ið hann vitjaði í Stavanger einaferð.

-Fyrstu ferð eg var yviri í Stavanger, so var eg eitt kvøldið millum nakrar av teimum meira etebleraðu vinnulívsmenninar í Stavanger. Tá kom kom ein eldri maður yvir til mín og segði, at tá ið oljan kom til Stavanger, so uppførdu allar fyritøkurnar seg sum um Tivoli var komið til býin. Tað var so uppgávan hjá oljufeløgunum at skilja millum góðar og ringar, greiðir Óli Samró frá.

Við hesum dømini sipar Óli til, at tað ikki eru allar fyritøkur sum eru egnaðar til at taka lut í oljuvinnuni, tí hetta setur rættiliga stór krøv til feløgini, líkamikið um almennu myndugleikararnir skipa soleiðis fyri, at fyritøkurnar á staðnum fáa summar sersømdir.


Vitan og kapitalur

Í einari føroyskari oljuvinna, og serliga nú vit nærkast einum framleiðsluskeiðið, eru lyklaorðini, sambært Óla Samró, vitan og kapitalur.

-Avbjóðingin er at fáa vitan og kapital at ganga upp í eina hægri eind, sigur Óli Samró. Føroysku fyritøkurnar skulu gerast sterkari fíggjarliga, men so sanniliga eisini hækka um teirra egna vitanarstøði.

-Á kapital síðuni snýr tað seg um kapitalisera føroysku fyritøkurnar, t.e. seta pening í(blðm.), sum skulu vera við í oljuvinnuni, sigur Óli Samró.

Tað er ikki óhugsandi, at útlendskar fyritøkur vera við sum eitt nú samstarvsfelagar. Skulu føroyskar fyritøkur fáa rætta kapitalgrundarlagið, verður tað mestir neyðugt við íløgufeløgum. Ein av teimum stóru uppgávunum hjá fyritøkunum verður at finna samstarvsfelagar í grannalondunum.

Á vitanarøkinum snýr tað seg fyrst og fremst um at fáa eina góða útbúgving, og at fólkið fær altjóða royndir.

-Tað hevur týdning, at fólk eisini leita sær útum kongaríkið at nema sær kunnleika. Tað er ein veikleiki, at øll hava somu útbúgving og sama hugburð, sigur Óli Samró.

Óli leggur í sama viðfangi afturat, at tað er eisini ein trupulleiki, at tann størsti parturin av teimum nýútbúgnu fólkunum í Føroyum enda í almennari umsiting og almennum stovnum. Hetta skyldast fleiri orsøkum, m.a. hugburðin, men eisini vinnan eigur sína skyld í hesum.

-Fólk í Onglandi uppfata tað meir sum eina sjálvfylgju at fara út í tað privata vinnulívið. Vinnan í Føroyum hevur sum siðvenju ikki at nýta nýútbúgna fólkið, soleiðis at tað verður trupult hjá einum nýbyrjara at fáa røttu royndirnar. Vinnan kemur ov seint inn, sigur Óli Samró.

Eisini sær Óli tað nógv sum ein spurning um hugburð, soleiðis sum útbúgna fólkið tillagar seg til samfelagið. Hann leggur dent á, at tað krevur altjóða format, um vit skulu røkka langt sum vinna.

-Oftast eru fólkini so mikið tilkomin, tá ið tey eru liðug við teirra útbúgving, at tey eru vorðin skyldubundin við familju og øðrum, at tey leita kanska fyrst og fremst eftir tryggleika, sigur Óli Samró.

Formatið, sum Óli sókanst eftir, skal fyrst og fremst fáast við at duga fakið. Men tað slepst ikki undan, at eitt slag av einari elitudyrking helst má fara fram, har vitanarstøði kann hækkast.


Rákið úr Føroyum

Flestu av teimum oljufeløgunum, sum eru komin til Føroya, hava sett føroyingar í teirra umsiting í Føroyum, og hesir sita eisini ovarliga. Sambært Óla, so eru hesir komnir so mikið langt við tío teir eru dugnaligir heldur enn at vera føroyingar. Búskaparfrøðingurin á kontórinum við tí vakra útsýninum ber ongan ótta fyri, at útlendingar fara at seta seg á øll tey ovastu sætini í Føroyum.

-Sum nú er, so gongur rákið heldur úr Føroyum. Ein, sum starvast í Aberdeen, vil síggja tað sum eitt stig tann rætta vegin at sleppa til London, har fleiri av teimum stóru oljufeløgunum hava miðstøð, at arbeiða, men tað er spurningurin um tað eru líka penir tankar um at flyta til Føroya at arbeiða, sigur Óli Samró.

Føroyingar kunnu sostatt koma at gera seg galdandi innan oljuvinnuna í Føroyum og eisini uttanlands, men hetta krevur nakað av okkum sjálvum.

Búskaparfrøðingurin er av teirri sannføring, at ein ógvuliga góður útviklingur hevur verið at sæð í føroyskum vinnulívið seinastu árini. Eisini almenna umsitingin hevur víst framúr gott hegni á oljuøkinum til at skipa lóggávu og umsiting, heldur Óli Samró.


Serkunnleiki

-Tað hevur ovurstóran týdning, at vit fáa savnað vitanina í feløg ella kervi. Vit mugu hava íløgufeløg, ið skulu fáa spírarnar at veksa, sigur Óli Samró.

Meðan hann fyllur íaftur kaffikoppin hjá mær, so nevnir hann, at tey smærru virkini hava ikki ráð til til servitan, t.e. fólk við útbúgving. Soleiðis at fyritøkurnar eitt nú kunnu fáa tær røttu góðkenningarnar, og her hava vit aftur tørvin til at skipa seg í sterkari og størri eindir. Spurningurin er so, um tey yvirhøvur kunnu vera hesi fyriuttan.

-Føroyska vinnulívið hevur hækkað nógv um sítt egna støði, at hetta hevur lopið hvøkk á fleiri, sigur Óli Samró.

-Talan er um eitt nýtt ættarlið í føroyskum vinnulívi, heldur Óli fyri. Í sama viðfangi spyrji eg Óla, hvør tað verður, sum fer at mynda oljuvinnuna í Føroyum í framtíðini?

Eftir at hann hevur hugsað seg um eina løtu, so sigur hann, at tey sum í dag mynda oljuvinnuna, tey vóru ikki har fyri fýra árum síðani. Tey næstu árini vilja vit aftur síggja eitt nýtt ættarlið, soleiðis at tey, ið fara at merkja mest til oljuvinnuna, í dag enn sita á skúlabeinki ella aðrastaðni og eru ikki komin framat enn. Tey eru spírarnir.

Nýggja føroyska vinnulívið fer eisini at síggja munandi ørðvísi út. Óli nýtir Norra sum dømi, har tað í ár 2000 vóru bert 15% av fyritøkunum, sum eisini vóru til miðskeiðis í hálvfemsunum. Orsøkin til hetta eru ymiskar; feløg eru løgd saman, nýggj eru komin og nógv detta niðurímillum.

Sum áður nevnt, er Óli Samró sjálvur virkin í fyritøku, sum kann gerast og er ein tænastuveitari til oljuvinnuna. Tað er eisini hetta slagið av virksemi, ið vit í Føroyum skulu leggja okkum eftir, heldur Óli.

-Oljufeløgini og stóru útbjóðararnir eru bert toppurin av ísfjallinum. Tað fer at snúgva seg um at leggja seg eftir teimum røttu økjunum í sambandi við eina oljuvinnu. Á henda hátt kunnu vit gera okkum galdandi ? bæði innan- og uttlands, sigur Óli.

Hesi næstu árini vera eisini rættiliga áhugaverd og avgerandi fyri føroyskt vinnulív, sum hættar sær í eina oljuvinnu.

Óli leitar eftir samstarvfeløgum, sum vilja og megna at samstarva sjálvstøðugt.

-Vit mugu fáa nakrar eindir, sum ikki fella fyri fysiskum avmarkingum. Heimurin stendur ikki stillur, og vit mugu royna at fylgja við. Eitt nú bryggjukantprinsippið er í stríð við altjóða reglir hjá eitt nú WTO, og vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvat tað er vit fáa burturúr hesum, og um vit ikki heldur eiga at leggja okkum eftir at menna vitanina og tøknifrøðina, soleiðis at vit eisini kunnu fara út í heim, sigur Óli Samró at enda.