Eiler Rasmussen gjørdist skakkur sum ongantíð áður, tá hann í U18 dystinum millum B36 og KÍ, brádliga fekk eitt tyggigummi sendandi í andlitið.
- Eg havi upplivað nógv í míni tíð sum dómari. Eg eri millum annað skumpaður um koll, men at blíva spýttur í andlitið er tað mest nirðandi eg havi upplivað, sigur Eiler Rasmussen, sum til dagligt dømir í bestu deildini.
Tað var tveir minuttir inn í seinna hálvleik, at ein KÍ spælari gjørdist frá sær sjálvum, tá Eiler gav honum seinna gula kortið. Tað byrjaði í fyrra hálvleiki, tá KÍ spælarin tvær ferðir ikki vildi flyta seg í samband við fríspark.
- Eg gav honum eina ávaring og segði, at næstu ferð, so verður tað til gult kort. Tveir minuttir inn í seinna hálvleik ger hann tað sama. Eg gevi honum tí gula kortið, greiðir Eiler Rasmussen frá.
Tað er eftir, at KÍ spælarin hevur fingið gula kortið, at hann blívur frá sær sjávum og brúkar óhøviskan atburð.
- Hann brúkti óhøviskan atburð og tí gav eg honum seinna gula kortið. Meðan eg skrivi tað niður spýtur hann eitt tyggigummi í andlitið á mær. Eg bleiv so bilsin, at eg næstan ikki visti hvussu eg skuldi reagera, sigur Eiler Rasmussen.
Hava biðið um umbering
Venjararnir hjá U18 KÍ, Erik Nielsen og Oddur Olsen, hava tikið frástøðu frá hendingini, sum teir tó ikki vóru greiðir yvir var farin fram undir dystinum. Somuleiðis hava spælarar á liðnum hjá KÍ biðið um umbering fyri hendingina, leggur Eiler Rasmussen afturat.
KÍ hevur eisini sum felag tikið frástøðu frá hendingini
KÍ tekur frástøðu frá hendingini
Leiðslan í KÍ hevur sent soljóðandi skriv:
“Í U18 dysti ímillum KÍ og B36, hóskvøldið varð ein KÍ spælari útvístur. Hann fekk tvey gul kort. Í samband við seinna gula kortið bar leikarin seg ósiðiliga at í sínum atburði.
Klaksvíkar Ítróttarfelag góðtekur ikki slíkan atburð. Felagið hevur niðurskrivaðar mannagongdir í Bláu Bók, ið skulu tryggja at felagið verður væl umboða í samband við dyst.
Spælari hevur givið til kennar yvirfyri nevndini, at hann bar seg skeivt at, og at hetta ikki skal henda aftur. Klaksvíkar Ítróttarfelag harmast almikið tilburðin og fer at taka stig til, at umboð fyri KÍ í øllum leiki, virka fyri Fair Play andanum og eru siðilig í sínum atburði.”
Lassin Isaksen: Einkult tilfeldi
Ein av royndastu monnunum í føroyskari døming metir ikki, at hendingar sum í dystinum millum U18 liðini hjá B36 og KÍ, er ein afturvendandi trupulleiki í U18 deildini. Heldur er talan um nakrar fáar ungar menn, sum ikki heilt hava tamarhald á kenslunum, sigur Lassin Isaksen, sum í dag er dómaraeygleiðari.
- Talan er helst um eitt einkult tilfeldi. Sum heild, so haldi eg at støðan var verri fyrr, men eg haldi ikki, at hetta er ein afturvendandi trupuleliki, sigur Lassin Isaksen.
Hann vísir tó á, at U18, ella unglingadeildin, er torfør at døma, tí talan er um ungar menn, ið ikki altíð hava tamarhald á kenslunum.
- Hetta eru spælarar, ið eru á veg fram. Teir hava mangan royndir á besta liðnum og skulu vísa seg fram á U18 liðnum. Men generelt, so haldi eg at talan er um nakrar fáar spælarar, ið fáa eina heilabløðing av og á. Tað gongur út yvir hinar, men sum heild haldi eg ikki, at talan er um beinleiðis ódnar gerðir, men heldur menn sum kóka yvir í einstøkum løtum, sigur Lassin Isaksen, og leggur afturat.
- Eg havi dømt í unglingadeildini, og tað hava altíð verið nakrir, ið hava gingið á odda við at gera tað trupult fyri dómararnar, men eg haldi at talan er um spælarar, ið bara eru skrappir á vøllinum. Teir eru mangan skjótir at biðja um umbering, tá dysturin er liðugur, sigur fyrrverandi altjóða føroyski dómarin.
Sum ein skúlaflokkur
Lassin hevur drúgvar royndir í døming, bæði sum dómarin og sum eygleiðari. Hann hevur hug at samanbera eitt unglingalið við ein skúlaflokk.
- Tað er sum ein skúlaflokkur. Tað er altíð ein kúllur, sum er eitt sindur kúllaligur. Soleiðis er tað eisini í unglingum, sigur Lassin.
Hann vísir eisini á, at spælarar í ungalingadeildini eru í einum aldri, har summir av teimum ikki fult tamarhald á kenslunum og eru í einum avbjóðandi aldri.
- Tað er torført at døma í unglingum og tað kervur nógv av einum dómara. Tað er eisini torført at seta dómarar til unglingar, tí tað krevur ikki bara royndir, men røttu persónligheitina fyri at leiða ein unglingadyst, sigur Lassin víðari.
- Sum heild er tað góður fótbóltur í ungaligadeildini, men tað eru bara reaktiónirnar hjá nøkrum fáum spælarum, sum eru sterkar.
Lassin leggur eisini afturat, at venjarar og ábyrgdarfólk hjá unglingaliðunum hava eina stóra ábyrgd, tá tað kemur til at vísa spælinum og dómarunum virðing.