Tað eru nógv góð spøl á CD-rom?ini við Rasmussi Klump og hansara vinum. Vit skulu millum annað finna mongu syskinabørnini hjá Pingo í einum minnis-spæli, samla ein kinesiskan vasa, blanda litir til norðlýsi og greiða mongu armarnar hjá Spruttu.
Nøkur av spølunum eru ivaleysa løtt sjálvt hjá trý-ára gomlum, men saman um tikið svarar støðið væl til barnagarðsaldurin. Áðrenn hvørt spæl verður vístur ein stuttur teknifilmur, sum greiðir frá, hvat nú fer at henda, og pelikanurin Pelle sigur frá, hvussu spølini skulu spælast. Tað er snøgt og sigandi.
Stuttir teknifilmar
Sum tað nú eigur at vera í einum góðum barnaspæli, finst alt, ið nýtast skal á skíggjanum. CD?in byrjar við eitt tilvildarligt spæl, og vit kunnu so antin sigla víðari til næsta spæl við skipinum Mary, ella finna spælið heima hjá mammu Rasmus Klump.
Afturat spølunum eru 10 stuttir teknifilmar, ið eisini eru um tað, ið fer fram í spølunum, umframt 20 myndir, ið kunnu skrivast út og litast.
So saman um tikið er Rasmus Klump eisini á CD eitt rættiliga gott keyp til tey smæstu.