Spæla á Skála í morgin

Víkingur fær vitjan av B36 fríggjakvøldið og ikki leygardagin

Eitt umfar – tað fimtanda – er eftir, áðrenn landskappingin fer í summarfrí. Fyrsti dysturin er framskundaður at vera í annaðkvøld, tí KÍ mikukvøldið í næstu viku skal spæla á útivølli í europeisku meistarakappingini ímóti Bodø/Glimt.

 

Hinir dystirnir vóru ásettir at vera um vikuskiftið, men nú er greitt, at ein dystur afturat verður mikukvøldið. Skála Ítróttarfelag boðar í dag frá, at dysturin undir Mýruhjalla ímóti AB verður mikukvøldið klokkan 19. Hann var annars ásettur at vera fríggjakvøldið. Skála bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum. Skálamenn eru niðast á støðutalvuni, og tað kann fara at vísa seg at verða ógvuliga avgerandi fyri møguleikarnar, tá ið tað á ólavsøku aftur verður farið undir landskappingina, at Skála í morgin vinnur fulla úrtøku.

 

Víkingur boðar frá, at dysturin ímóti B36, sum var ásettur at vera leygardagin, er framskundaður til fríggjakvøldið klokkan 19.

 

-

 

Mikudagin 29. juni

 

KÍ – NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 18.30

 

Skála – AB: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00

 

Fríggjadagin 1. juli

 

Víkingur – B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 19.00

 

Leygardagin 2. juli

 

B68 – HB: Egill Arnar Sigurþórsson kl.15.00

 

07 Vestur – EB/Streymur: Rani A. Skaalum kl. 16.00

 

-

 

14131039240
Víkingur141112441234
HB14743271825
B3614716251222
EB/Streymur14626172520
AB14518233816
NSÍ14509193515
07 Vestur14338143212
B6814329133211
Skála1405912275