Finalan í Europa League verður í kvøld í Budapest í Ungarn. Finalistarnir eru nummar 11 í Spania, Sevilla, og nummar seks í italia, AS Roma. Felags fyri bæði er, at hetta er einasti møguleikin fyri Champions League fótbólti komandi kappingarár.
Vinnandi felagið
Mest vinnandi felagið í kappingini, Sevilla, kann vinna steypið fyri sjeyndu ferð. Talan hevur verið um eitt misjavnt kappingarár hjá spanska felagnum, sum nú er undir leiðslu av triðja venjaranum í hesum skeiðnum. José Luis Mendilibar hevur tó megnað at slitið seg leysan av niðurflyting í La Liga, og vunnið á Manchester United og Juventus í Europa League.
Vinnandi venjarin
AS Roma hevur staðið seg á eini leið í italsku landskappingini, men tað eru aftur í ár hóskvøldini, ið hava verið tey bestu. José Mourinho og hansara menn vunnu nevniliga jomfrútúrin hjá nýggju UEFA Europa Conference League kappingini. Vinnur José Mourinho finaluna í kvøld er hann tann fyrsti venjarin, sum vinnur Europa League við trimum feløgum. Hann hevur fyrr vunnið kappingina við Porto (2002/03) og Manchester United (2016/17).
Væntaðar uppstillingar:
Sevilla: Bounou; Jesús Navas, Badé, Gudelj, Alex Telles; Fernando, Rakitić; Ocampos, Óliver Torres, Bryan Gil; En-Nesyri
AS Roma: Rui Patrício; Mancini, Smalling, Ibañez; Zeki Çelik, Cristante, Matić, Spinazzola; El Shaarawy, Pellegrini; Abraham
Dysturin verður klokkan 20 og verður vístur á TV2.