Spakan í egnar hendur

Postnummarið Undir Gøtueiði er hitt margháttliga talið 666. Men hetta ger ikki, at fólk ikki trívast í bygdini

666

Millum tey, sum seinast eru flutt til bygdina Undir Gøtueiði at búgva, eru Anna Elisa og Hjalmar Jacobsen. Tey eru bæði komin í pensjónsaldur.
Røturnar eru ávikavist í Leirvík og á Skipanesi.
Anna Elisa og Hjalmar búgva ovast í Eiðisbrekku, beint norðan fyri, har Oscar og Maud Poulsen búgva. Adressan hjá teimum er Eiðisbrekka 5 – og postnummarið er einki minni enn 666 Gøtueiði!
Tey búgva í húsum, tey keyptu fyri nøkrum árum síðan og trívast væl í vøkrum umhvørvi og góðum grannalagi.
Eiðisbrekka er brøtt og ikki altíð so tespilig í kava og hálku. Vanliga verður brekkan ikki grivin fyri kava, hvørki av Eysturkommunu, ei heldur av Landsverki.
Mangan vetrardagin tekur Hjalmar Jacobsen spakan í egnar hendur og fer at grava, og síðan heldur hann vegin opnan við regluligum grevstri og salti, sum Eysturkommuna koyrir honum til dyrnar.
Anna Elisa og Hjalmar Jacobsen hava rættiliga funnið seg til sættis Undir Gøtueiði, tó at kavi og hálka um veturin kunnu kennast eitt sindur strævin.