Spakførin úrmælingur sigur søgur við strikum

Bárður Oskarsson hevur við sínari eyðkendu striku og stuttligu søgum flutt mørk innan føroyskar barnabókmentir, men honum dámar ikki at gera nógv burtur úr sær sjálvum. - Eg arbeiði bara, sigur hann

Hann var einans 14 ár, tá hann fyrstu ferð myndprýddi ein føroyska barnabók. Hetta var eitt jólablað, og síðani hevur Bárður Oskarsson arbeitt saman við Bókadeild Føroya Lærarafelags um fleiri barnabøkur.

- Flestu børn gevast at tekna, tá tey eru um sjey -átta ár, men eg gavst ongantíð. Eg vaks upp í einum umhvørvi, har tað at tekna var náttúrligt og vanligt, og mær dámdi væl at orða meg við myndum, sigur Bárður, sum    hevur búð í Keypmannahavn alt sítt vaksna lív. Tekningin er ikki longur eitt ítrív, men ein lívsstarv.

Bæði pápin, Herman Oskarsson, og abbin, Oskar Hermansson, teknaðu. Abbin hevði onkra framsýning, og pápin teknaði til samfelagssatiriska Ruskovnin. Men Bárður heldur ikki, at tekningin bara er sosialur arvur. Tað hevur eisini ligið í fingrunum og í persónliga áhuganum, heldur hann.

Bárður arbeiðir hálva tíð á frítíðarsskúla. Málið er at kunna liva av listini, og kanska er ikki so langt á mál. Í øllum førum hevur hann sligið navn sítt fast við trimum barnabókum, sum hann bæði hevur skrivað og myndprýtt. Tann fyrsta av teimum, »Ein hundur, ein ketta og ein mús«, er umsett til fleiri mál. Og tann seinasta, »Beinið«, skuldi – sum Bárður sigur – ikki verið so torfør at umsett. Hon hevur eingin orð.


Teknar áðrenn hann skrivar

Fyrst í 90unum tók Bárður Oskarson ein stegð frá tekningunum og halgaði seg málningalistina. Men í 1998 vendi hann aftur til bókavinnuna, tá hann myndprýddi bókina, »Margreta og Mjólkin«, hjá Siggu Vang.

- Mær dámar bæði at tekna og mála, og í dag geri eg bæði, sigur Bárður. Tað er ikki tann stórur munurin, heldur hann. Men tað er sjálvandi meira bundið, tá hann teknar til bøkur hjá øðrum, og tá hann málar hugsar hann ikki í søgum.

- Men í síðsta enda eru bæði eitt arbeiði. Og tá eg tekni og máli, so arbeiði eg bara, sigur Bárður lítillátin.

- Eg eri  praktiskt anlagdur og hugsi ikki so háfloygt. Eg arbeiði bara, og havi gjørt tað so leingi, at eg dugi mítt arbeiði. Tí fungerar tað, og í dag lukkast tað oftari enn tað miseydnast, sigur hann og flennir.

Tríggjar barnabøkur eru útkomnar, har Bárður hevur gjørt bæði orð og myndir. Hesar eru »Ein hundur, ein ketta og ein mús«, »Pól, hin kuli giraffurin« og »Beinið«. - Eg tekni søgurnar fram, og tað er eingin søga, fyrr enn eg eri komin í helvt. Nógvar myndir verða frávaldar, og so byrjar søgan at fortelja seg sjálva, greiðir hann frá.

- Eg skrivi eisini søguna so seint sum gjørligt fyri at halda lív í tekningunum.


Partur av evropeiskari teknilist

Bárður Oskarsson hevur eina serliga striku, og tekningar hansara minna meira um altjóða rák innan tekniseriur enn nakra føroyska siðvenju. Sjálvur sigur Bárður, at hann hevur teknað í so nógv ár, at hann  hevur funnið sína egnu striku.

- Eg havi ikki nakrar ávísar fyrimyndir innan barnabøkur, men kanska havi eg fingið íblástur frá nýggjari europeiskum tekniserium.

Bárður hevur eitt fyrimyndarligt samstarv við Bókadeild Føroya Lærarafelags, og higartil hava allar bøkurnar havt børn sum málbólk, men  hann hevur eisini okkurt liggjandi til vaksin. Um og nær hetta verður givið út, veit hann ikki at siga. Í løtuni er hann í holt við at myndprýða eina barnabók hjá øðrum rithøvundi, og henda bókin kemur vantandi út komandi ár.

Bókin, »Ein hundur, ein ketta og ein mús, er komin út á donskum, íslendskum og fronskum. Hetta gleðist Bárður um, men útgávusamráðingar eru ikki hansara borð. Tað letur hann onnur taka sær av. Men honum dámar væl at koma út við sínum bókum. Og fyri stuttum tók hann lut í einum fronskum listafestivali, har hann saman við øðrum umboðaði norðurlendska list.


Herðaklapp her og har

Bárður Oskarsson fekk fyrr í ár Barnabókaheiðurslønina hjá Tórshavnar býrað. Í grundgevingini fyri heiðurslønina varð millum annað sagt:

- Teknarin og barnabókahøvundurin Bárður Oskarsson sýnir hugtakandi listarligt hegni, tá hann lýsir eina søgugongd.Tekningarnar eru skemtiligar og hugfarsligar og tola at standa einsamallar. Bárður Oskarsson hevur sermerktan tekningarstíl, har smálutir bera søgugongdini uppi, og trætur og ósemjur koma til sættis.

Harumframt hevur Bárður Oskarsson fingið Vesturnorðurlendsku barna- og ungdómsvirðislønina fyri »Ein hundur, ein ketta og ein mús«.

Viðurkenningarnar hava týdning, hóast pengarnir sjálvdan røkka longur enn til rokningar, sigur Bárður.

- Fyri meg hevur tað serligan týdning, at tað eru fakfólk, sum sita í dómsnevndunum. Tí tey vita, hvat er gott.

Fakligi stoltleikin er ein náttúrligur partur av hugburðinum hjá Bárði, har hann sær tað at tekna sum eitt arbeiði, sum so nógv onnur arbeiði.


Umhvørvið órógvar ikki

Eitt sereyðkenni við bókunum hjá Bárði er, at søgurnar fáa loyvi at fylla alla síðurnar. Her eru ongar óneyðugar detaljur, og umhvørvið er næstan ikki til.

- Børn eru so konkret, og tey síggja allar detaljur. Tí kann tað órógva søguna at hava alt møguligt annað við, greiðir Bárður frá.

- Eg vil gjarna halda lesaran til ta søguna, sum eg vil fortelja. Tí eru tað persónarnir og tvídráttirnir, sum sleppa at fylla, sigur Bárður, sum hevur búð í Danmark, síðani hann var 17 ára gamal. Men tað er mest av tilvild, at hann býr har, heldur hann. Tað er sum við tekningunum - umhvørvið hevur ikki so stóran týdning.

- Eg eri føroyingur, og eg vil ikki avvísa, at eg aftur fari at búgva í Føroyum. Men tað hevur ikki so stóran týdning, hvar eg eri. Eg kundi flutt hvar sum helst, sigur altjóða føroyingurin, sum  hevur føroyska konu og tvey børn, sum eru ávíkavist 7 og 9 ára gomul. Tey eru partur av íblástrinum til søgurnar, men eisini hálvtíðarstarvið á frítíðarsskúla heldur barnsliga sjónarhornið við líka.


Skemtiligir persónar

Onkuntíð koma søgurnar skjótt, men við hvørt tekur tað langa tíð. Í fleiri ár royndi hann at fáa eina søgu uttan tekst at fungera, og við søguni, »Beinið« eydnaðist tað.

- Teknaðar søgur skulu ikki vera ov fløktar, men tær skulu heldur ikki vera ov einfaldar. Tær skulu fanga og vera stuttligar, sigur Bárður.

Lætta einfalda strikan ber humorin, og Bárður lýsir sínar tekningar sum formar heldur enn detaljur. Tað er sjálvt úttrykkið, sum hevur týdning fyri hendan teknandi úrmælingin. Men hóast detaljurnar ikki órógva, so eru persónarnir – ella dýrini – bæði livandi og stuttlig.

- Eg tekni dýr, tí tað er lætt at gera mun uttan at fornermna. Og vit kenna øll persónsmenskurnar hjá teim ymisku dýrunum. Tí sleppi eg undan longum frágreiðingum, greiðir Bárður frá.

Og øll, sum hava lisið søgurnar hjá Bárði, har ketta, mús, giraffur og hundar eru leikarar, vita hvat hann meinar við. Ságligi hundurin, illsinta kettan og leitandi giraffurin hava síni serligu djóraeyðkenni samstundis, sum tey eru so menniskjalig, at eingin ivi er um at søgurnar eru um fólk.