Spaki settur í nýggja sparikassan

Fuglafjørður: Mold og flag verða í hesum døgum grivin oman av grundstykkinum í Fuglafirði, har nýggja deildin hjá Sparikassanum skal byggjast.

Útgrevsturin byrjaði týsdagin í farnu viku, og hesa vikuna var ætlanin, at spreingiarbeiðið skuldi byrja, skrivar heimasíðan hjá Sparikassanum.
Jan Mohr, byggimeistari úr Fuglafirði, hevur høvuðsarbeiðstøkuna um hendi, og tí stendur hann eisini fyri at byggja bygningin.
Tíðarætlanin, sum í løtuni liggur á borðinum, vísir, at flytast kann inn í nýggju sparikassadeildina í Fuglafirði við ársenda.
Tá tann nýggi bygningurin verður liðugur fara bæði kundar og starvsfólk í Fuglafirði at fáa munandi betri umstøður í einari nýmótans deild.
Arkitektafelagið "Arkitektar 99" við Johan Laksafoss hevur teknað bygningin.