Spakin settur í til handilsmiðstøð í Gøtu

Avtala er gjørd við eitt felag um at byggja handilsmiðstøðina í Gøtudali. Tað verður felagið, CN-Bygging, sum kemur at standa fyri byggingini. Miðjað verður eftir, at miðstøðin letur upp til jólasøluna í 2007

Handilsmiðstøð

Gøtu kommuna er nú farin undir útgrevsturin til handilsmiðstøðina, sum skal byggjast í Gøtudali.
Poul Arne Jacobsen, sum er ein av stigtakarunum til handilsmiðstøðina, fegnast um, at spakin nú er settur í.
- Ætlanin er, at økið skal verða liðugt planerað og klárt hjá okkum at fara inn á 20. oktober. Vit miðja framvegis eftir, at ætlaða handilsmiðstøðin letur upp til jólasøluna í 2007.

Stórur áhugi
Hann sigur, at stórur áhugi er at sleppa inn í handilsmiðstøðina at handla, og nú spakin er settur í, hava teir merkt ein uppaftur størri áhuga.
- Nú eru tað ikki bara fólk, sum ynskja sær at hava handil í miðstøðini, sum venda sær til okkara, men eisini fólk, sum beinleiðis ynskja at verða við í byggingini.
Tað, sum Poul Arne sipar til, er, at áhugi er fyri beinleiðis at sleppa at byggja upp í handilsmiðstøðina, eins og ætlanin er, at Alu-Plast og Leif Mohr skulu hava tilbygningar, sum eru íbygdir miðstøðina.
- Tað er Teknistovan í Gøtu, sum ger tekningarnar, men sum tíðin er liðin, eru ymiskar broytingar framdar. Tó er tað upprunaliga ætlanin, sum er karmurin um verkætlanina.
Poul Arne sigur, at í løtuni er ikki heilt greitt, um Leif Mohr fer at byggja ætlaða bygningin ella, um fyritøkan kemur inn í sjálva handilsmiðstøðina.
Grundøkið, sum vit hava í Gøtudali, er 13.120 fermetrar, og gólvvíddin í samlaða "kassanum", sum hann tekur til, verður út við 8.000 fermetrar.
- Handilsmiðstøðin hjá okkum verður 2.900 fermetrar, og tilbygningarnir verða 1.300 fermetrar hvør.
Poul Arne sigur, at parkeringsviðurskiftini verða so góð, sum yvirhøvur tilber - við ikki færri enn 260 parkeringsplássum.

Avtala um bygging
Avtala er longu gjørd við eitt felag um at byggja handilsmiðstøðina í Gøtudali.
Tað verður felagið, CN-Bygging, sum kemur at standa fyri byggingini.
Poul Arne sigur, at enn eru ikki allar súður syftar, og enn er ikki vist, at onkrar broytingar ikki verða gjørdar í verkætlanini, men tað verður hetta felag, sum fer at byggja handilsmiðstøðina.
- Hóast stórur áhugi bæði er fyri at sleppa inn í miðstøðina at handla og at verða við í eini enn størri bygging, so halda vit okkum til upprunaligu ætlanina við møguligum smærri broytingum.
Hann vísir á, at byggingin, sum ætlandi fer í gongd til heystar, er eitt fyrsta byggistig.
- Vit hava longu sett út í kortið eitt byggistig aftrat, men tað verður so hetta, sum nú fyriliggur, ið byrjað verður við, sigur hann.
Poul Arne hevur ikki hug at tosa um, hvussu nógv handilsmiðstøðin fer at kosta at byggja, og hetta hongur eisini saman við møguligum broytingum.
Hann hevur heldur ikki hug at tosa ítøkiliga um, hvørjir handlar verða í miðstøðini, men sigur, at talan verður um eitt breitt úrval av handlum og tilboðum.
- Men í handilsmiðstøðini verður so ein stórur matvøruhandil, umframt handlar við klæðum, skógvum og ymiskum elektriskum tólum.
Poul Arne sigur, at nógv ymisk og áhugaverd leigumál eru upp á tal, sum støða skal takast til.
- Vit vilja hava eitt breitt útboð av handlum, so hesir kunnu "supplera" hvønn annan, soleiðis at handilsmiðstøðin kann draga so nógv fólk til sín sum gjørligt. Haraftat seta vit trivnaðin í hásæti, sigur hann.

150 fólk
Poul Arne Jacobsen hevur áður sagt, at handilsmiðstøðin fer at rúma umleið 10-12 handlum umframt skrivstovum og matstovu undir sama taki.
- Mett verður, at eini 150 fólk fara at arbeiða í handlum, skrivstovum og innan tænastuvinnuna.
Í bygdaráðnum í Gøtu vænta tey, at handilsmiðstøðin í Gøtudali fer at fáa stóran týdning fyri Gøtu kommunu og økini rundan um kommununa.
Framtíðin krevur, at handilslívið verður savnað um viðskiftafólkini.
Men slíkt virksemi setir eisini krøv til kommununa, eitt nú við góðum umstøðum til fólk, ið ynskja at seta búgv, ansingarpláss og frítíðaraktivitetir.
- Undir slíkum umstøðum hevur tað stóran týdning við góðari tilrættalegging, siga tey í Gøtu kommunu.