HM Bólkur H
Ferð eftir ferð eru spaniólar vónbrotnir farnir heim eftir eina miseydnaða HM-kapping. Hóast landið telur fleiri av sterkastu liðunum í heiminum, so gongur mest sum altíð galið, tá landsliðsfótbóltur er á skránni.
Tað kann tað sjálvandi eisini gera hesaferð, men í fyrsta dystinum staðfestu spaniólar, at teir kunnu vera sera vandamiklir.
Ukraina, sum í tryggum stíli við drepandi kontra-fótbólti vann sær veg til endaspælið, hevði snøgt sagt ikki ein livandi kjans í dag. Longu eftir fyrsta góða korterinum var Spania á 2-0, og so var mest sum liðugt. Tað gjørdi tað ikki betri, at sveisiski dómarin tíðliga í seinna hálveiki gav Spania brotsspark. Og fyri at gera ilt verri, varð Vladislav Vashchuk rikin av vølli fyri eitt brot, sum hann ongan tíð hevði framt.
Meðan Spania soleiðis vann tryggan sigur, var spenningurin stórur í hinum dystinum í bólki H.
Tunis fekk her betru byrjanina, men við tveimum málum eftir steðgin vendu saudi arabar dystinum. Í evstu løtu fekk Tunis tó bjargað sær einum stigi, soleiðis at teir enn eru væl við í kappingini um viðari luttøku.