Í dag skulu spaniólar velja nýtt tjóðarting fyri fjórðu ferð í fýra ár.
Allir teir stóru flokkarnir eru hart ímóti fullveldi til Katalonia, sum fólkaríkast landspartur í landinum.
Og tað er ein av orsøkunum til, at spaniola aftur skulu til valboðið í dag.
Her eru nøkur fakta um valið:
– Veljast sklu 350 limir í tjóðartingi í Madrid og 208 limir til yvirhúsið, Senatið.
– PSOE – Partido Socialista Obrero Español, Javnaðarflokkurin vann stjórnarvalið á sumri í fjør eftir eina misálitisatkvøðugreiðslu ímót táverandi forsætisráðharranum, Mariano Rajoy (PP)
– Leiðari: Pedro Sánchez, sitandi forsætisráðharri.
– PP – Partido Popular. Konservativur flokkur, sum stjórnaði Spania frá 2011 til 2018, áðrenn muturgøla feldis tjórnina. Fekk eitt vanlukkuval í apríl, men er á veg framaftur
– Leiðari: Pablo Casado.
– Vox. Høgratjóðskaparflokkur, sum bara hevur verið til í seks í ár. Ímóti innflytarum, fosturtøku og hjúnarbandi millum samkynd.
– Leiðari: Santiago Abascal.
– Unidas Podemos. Samgonga av flokkumá vinstraveinginum, teirramillum Podemos-rørslan.
– Leiðari: Pablo Iglesias.
– Ciudadanos. Miðhøgraflokkur, sum varð stovnaður sum ein miðflokkur ímóti fullveldi til Katalonia og síðani hevur flutt seg móti høgru.
– Leiðari: Albert Rivera.
– Harumframt kann eru smærri flokkar sum kataonski ERC og Junts eins og baskiski EAJ-PNV og EH Bildu, sum helst fáa nakrar sessir.
Keldur: Reuters, AFP, BBC.
/ritzau/