info
Ongi úrslit

Spanióli til ÍF

Botnliðið í Effodeildini hevur gjørt sáttmála við tveir verjuleikarar.

info
Pætur Albinus
11. juli 2017 kl. 00:35

ÍF heldur fram við at brynja seg til seinnu helvt av kappingarárinum í Effodeildini. Felagið kunngjørdi fyrr í dag, at tað hevði leigað Magnus Jarnskor úr Víkingi, og nú eru tveir mans komnir til afturat.


Les eisini: ÍF leigar gøtumann


Spanski verjuleikarin, Pedro Tarancon Anton, sum seinasta hálvaannað árið hevur spælt við B68, hevur gjørt sáttmála við ÍF. Hann er 31 ára gamal og hevur spælt tilsamans 29 dystir fyri B68, nú hann aftur sleppur at royna seg í Effodeildini.


Umframt hann, so hevur Poul N. Mikkelsen eisini gjørt sáttmála við ÍF. 22 ára gamli verjuleikarin, ið er sonur ÍF-venjaran, Jákup Mikkelsen, hevur drigist við drúgvan skaða, men verður sambært ÍF-heimasíðuni klárur at spæla aftur um ein mánaða ella so.


ÍF er á aftasta plássi í Effodeildini við seks stigum. Næsti dystur hjá teimum verður á útivølli ímóti Víkingi tann 21. juli.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

18 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

NOY – festarin í Kollafirði fær ikki eina krónu!

2 tímar síðan
Hondbóltur

Trygvi og liðfelagarnir máttu lúta fyri Afturelding

2 tímar síðan
Fótbóltur

Øll úrslitini frá Europa League og Conference League

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys

3 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum var fyri fyrsta stigamissinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Heiður til ungan LGBT+ drong

4 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

5 tímar síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

5 tímar síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

5 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

6 tímar síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

6 tímar síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

6 tímar síðan