info
Ongi úrslit

Spanióli til Skála

Skála hevur gjørt sáttmála við Pedro Tarancon Anton, sum var fyrsti spaniólin í føroyskum fótbólti

Tróndur Arge
11. desember 2020 kl. 20:43
Skála, sum komandi ár spælir í næstbestu deildini, hevur gjørt sáttmála við Pedro Tarancon Anton, sum var fyrsti spaniólin í føroyskum fótbólti.  - Í kvøld hava Pedro Tarancon Anton og Skála ÍF skrivað undir sáttmála fyri komandi kappingarár.  Pedro er spanióli, og er 34 ár (fyllir 35 tann. 18.12.). Hann hevur spælt í Føroyum seinastu fimm árini, mest við B68, skrivar Skála. Tað var í 2016, at B68 fekk tilgongd av Pedro Tarancon Anton og Carlos Quintana Herrero. Meðan áleyparin, Carlos Quintana Herrero, fór aftur til Spania eftir hálva kapping, so endaði Pedro Tarancon Anton við at gifta seg her í Føroyum. Hann hevur spælt við B68, men royndi seg eitt skifti eisini í ÍF. Í fjør fór hann til AB, men avbjóðingar við arbeiðs- og uppihaldsloyvinum gjørdu, at hann ikki kundi spæla. Hann verður nú partur av liðnum hjá Sorini Anghel og Skála komandi kappingarár.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

18 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

NOY – festarin í Kollafirði fær ikki eina krónu!

2 tímar síðan
Hondbóltur

Trygvi og liðfelagarnir máttu lúta fyri Afturelding

2 tímar síðan
Fótbóltur

Øll úrslitini frá Europa League og Conference League

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys

3 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum var fyri fyrsta stigamissinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Heiður til ungan LGBT+ drong

4 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

4 tímar síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

5 tímar síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

5 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

5 tímar síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

6 tímar síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

6 tímar síðan