Russland-Spania 0-3 (0-0)
Spania er til reiðar at møta Týsklandi í finaluni um EM-heitið í fótbólti.
Hetta gjørdist greitt, tá Spania eftir ein sannførandi seinna hálvleik vant burtur úr Russlandi, sum annars hevur verið eitt tað størsta positiva yvirraskilsið í EM-endaspælinum.
Fyrra hálvleik var tó lítið at síggja til kvika álopsspælið, sum bæði liðini hava verið garantar fyri. Einstakar royndir gjørdist talan um, og kanska átti Torres brotsspark ta einu ferðina, men meira enn tað sama gjørdist ikki talan um.
Hetta broyttist tó í seinna hálvleiki. Bara fimm minuttir eftir steðgin skoraði Xavi, og so noyddust russar at satsa.
Heilt vandamiklir gjørdist teir tó ikki, og tá Spania so royndi hinvegin, gekk skjótt fyri seg. Eftir 73 minuttum økti Guiza, og átta minuttir fyri leiklok staðfesti Silva sigurin.