Tað eru fleiri spurnartekin hesa ferð, enn tað hava verið so ofta fyrr, tá landsliðið hevur roynt seg. Men eitt at plássunum, sum er púra upplagt, er, at Julian Johnsson verður á miðvøllinum, har hann í nógvum teimum seinastu landsdystunum hevur verið størsti stríðsmaðurin. Tá Kekkia vitjaði á Svangaskarði, var B36 maðurin leikbannaður, men í morgin er hann aftur á plássinum, sum so at siga hoyrir honum til.
Spania hevur
lært av royndum
Julian Johnsson ivast ikki í, at í morgin verður tað uppaftur strevnari, enn tað var, tá Spania var á Svangaskarði 4. septembur í fjør:
Tá hevði eg nógvar nærdystir ímóti Hierro, sum er úr Real Madrid, og tað var sjálvandi hugaligt onkuntíð at vinna ímóti honum. Ta ferðina fingu vit heilt leingi frið at spæla við, men tað rokni eg ikki við, at vit fáa hesa ferð. Ta ferðina javnaðu vit til 2-2 tíðliga í 2. hálvleiki, og tað tók langa tíð hjá spaniumonnum at fáa tey málini, sum roknast kann við, at eitt so nógv betri lið enn Føroyar fær, tá teir spæla ímóti okkum. Eg haldi, at teir vórðu kløkkaðir av gongdini ta ferðina, og teir hava ivaleyst lært av fyrra dystinum.
Hvat roknar tú við, at teir hava lært?
Eg rokni við, at teir hava lært, at teir skulu jagstra okkum nógv meiri yvir allan vøllin. Eg rokni ikki við, at teir fara at geva okkum stundir at fáa tak á bóltinum og at flyta hann ímillum okkara, og um teir gera tað, so verður tað ógvuliga strevið hjá okkum.
Saknur er í stuðulsspælarum
Tá vit tosa um, hvør leikluturin hjá føroyingum verður, heldur Julian Johnsson seg væl vita, hvør hann verður:
Vit skulu royna at endurtaka tað, vit síðst avrikaðu ímóti teimum. Tá var styrkin hjá okkum, at so leingi sum vit orkaðu, vóru vit sera væl skipaðir í verjupartinum, og at vit alla tíðina høvdu møguleikar fyri snarálopum. Tað er einki at liggja omaná, at vit hesa ferð eru verri fyri til hetta spælið, enn vit vóru fyri einum ári síðani, tí nakrir av stuðulsspælarunum eru burtur. Toda Jónsson fara vit at sakna nógv. Hann er tað slagið av spælara, sum kann avrika nógv einsamallur, og tá hann er við, hava vit altíð eina vón um, at hann kann syrgja fyri onkrum har frammi. Una Arge sakna vit eisini, og ikki minst nú Todi Jónsson er burtur, hevði tað verið gott at havt Una á liðnum. Allan Mørkøre hevur drúgvar royndir á landsliðnum, og tað vísir seg altíð, at hann veksur við uppgávuni, tá vit spæla ímóti sterkum fótbóltstjóðum, heldur Jouian Johnsson, sum eisini vísir á, at tað er sera óheppið, at bæði Allan Mørkøre og Henning Jarnskor eru burtur í senn.
Samstundis sum Julian saknar royndu liðfelagarnar, so gleðist hann um, at onkrir sera evnaríkir, ungir spælarar kunnu fáa møguleikan:
Eg haldi, at Heðin á Lakjuni er ein sera evnaríkur og spennandi fótbóltsspælari. Hann tykist vera púra óimponeraður. Hann torir at bjóða seg til og at bjóða mótstøðumonnunum av, og tað kundi væl hent seg, at hann kløkkaði spaniumenninar, um hann fekk møguleikan eina løtu. Hetta sigur miðvallar stríðsmaðurin, sum kortini undirstrikar, at í morgin fer tað fyrst og fremst at koma væl við, at tað eru nógvir spælarar, sum hava spælt nógvar landsdystir og tískil eru mentalt fyrireikaðir uppá tað, sum stendur fyri framman.
Hvat roknar tú við, at úrslitið verður?
Tað er ómøguligt at siga nakað um tað, tí tað hevur alt at siga, hvussu tað lagar seg frá fyrstu løtu av, tá vit verða undir sera stórum trýsti. Men um vit megna sama úrslitið ella kanska eitt sindur betri úrslit enn tað, sum vit fingu á Svangaskarði, so hevði tað ikki verið so galið.