Spania letur upp fyri koppsettum ferðafólki

Búskapurin í Spania hevur verið hin harðast rakti í vesturheiminum, síðan koronu-farsóttin tók seg upp. Afturgongdin í bruttotjóðarúrtøkuni í fjør var á 10,8 prosent.

 

 

Í dag letur Spania mørkini upp fyri ferðafólki úr øllum heiminum, sum eru koppsett móti koronu. Vónirnar hjá landinum eru at fáa lív aftur í týdningarmiklu ferðavinnuna, sum hevur havt tað trupult undir farsóttini.

 

- Spania er eitt trygt ferðamál, sigur heilsumálaráðharrin í landinum, Carolina Darias, og leggur aftrat, at landið nú fer í holt við aftur at fáa sín leiklut sum leiðandi land innan ferðavinnuna.

 

Jose Luis Prieto, sum er leiðari í landsins ferðavinnufelag, Unav, vónar eina "spektakulær bedring" í ferðavinnuhøpi, sum hann tekur til.

 

Sambært honum hava ferðavinnufeløg í Stórabretlandi, Fraklandi og Týsklandi, ið eru størstu marknaðir hjá Spania, í stórum tali vent sær til spanskar ferðaskrivstovur.

 

Útlendskir miðlar skriva, at hotell og matstovur á umtóktum ferðamálum, sum eitt nú Costa del Sol og Kanarisku Oyggjunum, eru til reiðar at taka ímóti gestunum.

 

- Flogfeløg eru byrjaði aftur at flúgva á rutum, sum steðgaðu, tá farsóttin herjaði upp á tað ringasta.

 

Bara í morgun, mánamorgunin, vænta tey á flogvøllinum í Malaga í Suðurspania at fáa 20 flogfør úr ymiskum býum í Evropa, eitt nú Berlin, Frankfurt og London.

 

Og í dag kunnu ferðamannaskip eisini leggja til bryggju aftur í sponskum havnum.

 

Ein trupulleiki hjá sponsku ferðavinnuni er tó, at Stórabretland, sum er ein av størstu marknaðunum, enn ikki hevur tikið Spania av listanum yvir vandalond.

 

Tað merkir, skriva útlendskir miðlar, at bretar, sum fara til Spania at ferðast, framvegis mugu í sóttarhald í Bretlandi, tá tey koma heimaftur, eins og tey noyðast at gjalda fyri dýrar koronu-royndir.

 

Spanski heilsumálaráðharrin, Carolina Darias, harmast um, at Stórabretland framvegis hevur Spania á listanum yvir vandalond, men bretskir myndugleikar ætla ikki at eftirmeta Spania aftur fyrr enn um tríggjar vikur.

 

Búskapurin í Spania hevur verið hin harðast rakti í vesturheiminum, síðan koronu-farsóttin tók seg upp fyri góðum ári síðan. Afturgongdin í bruttotjóðarúrtøkuni í fjør var á 10,8 prosent.