Spania missir kredittvirði

Ein nýggj meting hjá altjóða kredittmetingarstovninum Fitch vísir, at Spania hevur mist ein part av sínum kredittvirði orsakað av landsins døpru búskaparútlitum. Fitch sigur, at Spania hevur ikki sama kredittvirði longur, tí tann harði sparipolitikkurin hjá sponsku stjórnini fer at hava við sær, at búskaparvøksturin verður minni enn mett frammanundan.

Tann spanski búskapurin er ein av teimum størstu í evruøkinum. Landið hevur álvarssamar búskaparligar trupulleikar, og stjórnin hevur samtykt fleiri umfatandi skerjingar og sparingar, sum skulu forða fyri, at landið ikki kemur í somu støðu sum Grikkaland.

Fitch sigur, at tað verður torført hjá spaniumonnum at fullføra tey tiltøkini, sum stjórnin hevur samtykt, og at long tíð fer at ganga, áðrenn tey kunnu setast úr gildi aftur.