Spania setti Svøríki upp á pláss

EM gullið er fyri fyrstu ferð nakrantíð á veg suður á ibirisku hálvoynna

Tað var av álvara siðaskifti í EM hondbóltinum í kvøld.

Undan finaluni millum Svøríki og Spania hevði Svøríki verið í fýra finalum, og hvørja ferð hevði Svøríki vunnið gull.

Undan finaluni í kvøld hevði Spania verið í fýra finalum, og allar ferðirnar endaði tað við, at Spania stóð eftir við silvurkrónunum.

 

Í kvøld endaði tað við, at Spania vann 29-23, eftir at støðan í hálvleikinum var 14-12 til Svøríki.

 

Spania legði sera sannførandi fyri eftir steðgin, og tað vóru bara fýra minuttir farnir, tá ið talvan vísti 15-14 til Spania.

Eitt korter undan leikloki var málmunurin fimm – 21-16 til Spania. Harvið skoraði Svøríki bara tvær ferðir fyrsta korterið eftir steðgin, sum Spania vann 9-2.

Sviar funnu ongantíð lykilin til at svara aftur, tá ið Spania spældi við óvanliga framrættaðari verju. Teir royndu seg ikki við sjey ímóti seks og ongum málverja, og tá ið spanski málverjin bjargaði meiri enn aðru hvørjari roynd, so var spurningurin bara, hvussu stórur spanski sigurin fór at vera.

Tað endaði 29-23, og harvið hevur Spania skrivað seg millum EM vinnararnar í hondbólti fyri menn.

 

Næsta EM endaspælið fyri menn verður í januar-februar 2020. Í kappingini, sum endaði í kvøld, vóru sekstan luttakarar. Um tvey ár vera 24 lond í endaspælinum, sum trý lond vera vertir fyri – Noreg, Svøríki og Eysturríki. Dystirnir verða spældir í Stokholm, Malmö, Göteborg, Wien, Graz og Tróndheimi.