Seinnu árini eru Spaniastova og Leikalund vorðin tvey kend og sera væl umtókt støð í Klaksvík. Hópur av fólki, ikki bert í Norðoyggjum, men allastaðni úr landinum, hava leitað sær til hugnaliga handilin Leikalund og til tiltøkini í Spaniastovu. Í Spaniastovu hevur millum annað verið skipað fyri konsertum eina ferð um mánaðin í vetrarhálvuni, har kend nøvn sum Hanus G Johansen, Teitur Lassen, Eivør Pálsdóttir og mong onnur hava framført.
Miðstovan hevur verið nýtt sum kaffihøli til tiltøkini í Spaniastovu. Eisini hevur hon rúmað smáum konsertum, fundum og stand-up, umframt at hølið verður lænt út til føðingardagar, brúdleyp og aðrar veitslur. Trupulleikin við at nýta Miðstovuna til tiltøk er, at hon er í sera ringum standi. Umframt at har als eingin bjálving er, eru el innleggingarnar sera gamlar og ótíðarhóskandi, ið ger tað trupult at hava køksfacilitetir á staðnum.
Klaksvíkar Kommuna samtykti í mai at játta pening til umvæling av Miðstovuni hjá Norðoya Fornminnusavni.
Tað er Jógvan Andrias Joensen, ið leigar seg inn í hølini, og skipar fyri konsertum og øðrum tiltøkum.
- Áhugin fyri at nýta Spaniastovu er so stórur, at tað er ein fløskuhálsur fyri okkum at Miðstovan er í tí standi hon er í, sigur Jógvan Andrias Joensen, sum eisini eigur handilin Leikalund, ið nýtir hølini hjá Norðoya Fornminnusavni.
Jógvan Andrias hevur í mong ár glett seg til at Miðstovan møguliga varð umvæld, tí hetta ger at tað eru nógv betri og fleiri møguleikar at skipa fyri tiltøkum. Hann vónar at Miðstovan verður umvæld á ein hátt, ið ger at hon er enn betur egnað til tað virksemi hon verður nýtt til í løtuni, nevniliga kaffi- og fundarhølið. Fyri hann snýr tað seg um at menna og bøta um tænastuna til tiltøkini sum koma at verða, ið eisini ger tað møguligt at bjóða staðið út til enn meira virksemi.