Spanska tjóðartingið stuðlar enn eitt skeið við Sanchéz

Eftir naggatóndnina síðani valið í Spania í juli er nú støða tikin til nýggja stjórn undir leiðslu av sosialistunum í PSOE.

 

Undirhúsið í spanska tjóðartinginum hevur í dag atkvøtt fyri, at virkandi sosialistiski forsætisráðharrin, Pedro Sanchéz, kann halda fram við stjórn síni eitt skeið afturat, og harvið endar naggatódnin, sum hevur valdið síðani valið í juli.

Sanchéz er á odda fyri Spanska Sosialistiska Arbeiðaraflokkin, PSOE, sum hevur gjørt ymsar avtalur við fleiri lokalar flokkar um stuðul til eina nýggja stjórn. Tað hevur givið Sanchéz neyðuga meirilutan millum teir 350 limirnar í undirhúsinum.

Avtalurnar fevna millum annað um amnesti til loysingarfólk í Catalonia, sum hevur elvt til mótmæli í stórum pørtum av Spania.

Sanchéz varð góðkendur við stuðli frá 179 tinglimum, meðan 171 atkvøddu ímóti. Ongar blankar atkvøður vóru.

Á nei-síðuni eru konservativi Fólkaflokkurin, tan sera høgrasinnaði Vox og Navarres Fólkasamgongan.

Tey sameindu hjá PSOE eru ytsti vinstrivongur, Sumar, og loysingarfólk í Catalonia, baskisku flokkarnar og fleiri aðrir.

Sanchéz hevur stjórnað Spania síðani 2018.

Nógvir spaniólar eru hørm um tað amnesti, sum loysingarfólk í Catalonia fáa, fólk, ið stuðlaðu royndini at loysa Catalonia fyri seks árum síðani.

Tað var í dag ófriður og mótmæli uttan fyri tjóðartingið vegna lógaruppskotið, sum skal geva catalonsku loysingarfólkunum, sum atkvøddu fyri uppskotinum um loysing frá Spania, sum var ímóti grundlógini, í 2017.

Lógaruppskotið um atgeva politisku leiðarunum frá uppreistrinum amnesti er sera umstrítt. Undir mótmælunum hava aktivistar havt bannarar við slagorðum sum »Nei til amnesti« og »Spania skal ikki gjalda svíkjarum«.

/ritzau/Reuters